FIFA hevur fyrrapartin kunngjørt nýggja styrkislistan.
Nýkrýndu heimsmeistararnir, Spania eru nú fremsti á FIFA-styrkislistanum. Eisini á hesum økinum hava teir tikið fyrsta plássið frá Argentina, ið dettur aftur á annað plássið.
Føroyar eru nummar 123 á FIFA-styrkislistanum.
Okkara komandi mótstøðulið í Deild C í Nations League hava hesar styrkismetingarnar: Slovakia er nummar 45, Kasakstan er nummar 111, og Moldova er nummar 159.
Noreg er farið frá 31. plássinum til 19. plássið á styrkislistanum, og er nú fremsta norðurlandið. Danmark er nummar 21, Svøríki er nummar 37, Ísland er nummar 74 og Finnland er nummar 75.
San Marino, ið Føroyar vunnu 2-1 á í einum venjingardysti á útivølli er nummar 211 og aftast á styrkislistanum.











