Ein ljós framtíð

15 mans sluppu at vísa síni kynstut í teimum trimum landsdystunum, og eingin ivi er um, at Ingi Olsen var leikarin, sum skaraði fram um hinar 14. Hinvegin er eingin av leikarunum, sum fær dumpikarakter fyri avrikið, og verður lági miðalaldurin havdur í huga, kann staðfestast, at føroyskur hondbóltur gongur eini ljósari framtíð á møti.

Jákup Mørk


Eli Müller, VÍF

Var tann føroyski málverjin, sum fekk fægstar minuttir á vøllinum, men megnaði kortini í seinasta dystinum at prógva, at hann avgjørt telist millum bestu málverjarnir í landinum. Harumframt hevur hann ein ótrúligan eginleika til at bjarga brotskøstum, og hesum prógvaði hann enn eina ferð


Jóhan Danielsen, StÍF

Prógvaði í fyrsta dystinum, at hann helst er fremsti hondbóltsmálverji okkara. Snøgt sagt varð hann í tí dystinum munurin á liðunum. At hann eisini er tann málverjin, sum Palli Joensen hevur besta álitið á, sæst eisini aftur í, at hann var einasti málverjin, sum var í hópinum allar dystirnar.


Jens Skipagøta, H71

Vardi málið eina løtu í dystinum leygardagin, men tá vildi einki rigga hjá honum. Byrjaði kortini í dystinum sunnudagin, og hevði tá nakrar bjargingar, hóast hann heldur ikki tá leikti upp til sítt besta. Hann hevur tó fleiri ferðir fyrr prógvað, at hann eigur at vera ein náttúrligur partur av landsliðnum


Óla Kristian Djurhuus, KÍF

Vardi føroyska málið meginpartin av leygardagsdystinum, og átti sín part av æruni fyri, at tað eydnaðist at steingja føroyska málið í 15 minuttir. Eftir at Jens hevði loyst hann av eina løtu, kom hann aftur á vøllin, men tá var sum um rútman var brotin, og kom hann tí ongantíð upp á heilt sama støði aftur.


Sámal Joensen, VÍF

Var rættuliga óstøðugur í spæli sínum. Fríggjadagin var hann so at siga ógjørligur at steðga, og fekk mál burtur úr øllum. Leygardagin vildi ikki eins væl til, meðan sunnudagurin tó var á eini leið. Royndi seg eisini sum høgra bakk, uttan at hetta tóktist at nerva tað stóra. Er við stødd síni ein týðandi liður í føroyska verjuspælinum.


Áki Olsen, Neistin

Ein hevði kanska væntað sær fleiri mál frá hansara høgru hond í hesum landsdystum, men hinvegin eigur avrik hansara ikki at undirmetast, tí í fleiri førum var tað hann, sum stóð fyri uppspælinum til føroysku skotroyndirnar. Serliga í fyrsta dystinum var hann eisini drúgvur í verjupartinum, har hann vanliga ikki hevur sína stóru styrki


Petur Martin Poulsen, KÍF

Royndi seg á heldur óvanda plássinum sum vinstri vongur, og spæl hansara var eisini merkt av hesum. Royndist tó drúgvur í verjupartinum, har hann hevði gott tak á mótstøðumanni sínum. Kann uttan iva menna seg nógv á plássinum, soleiðis at hann eisini í framtíðini verður fastur fúsur á landsliðnum


Rúni Poulsen, Kyndil

Var við í fyrsta dystinum, og stóð seg væl í verjuspælinum, har hann tó hevði trupulleikar av stóra mótstøðumanninum. Flutti seg skilagott í álopssælinum, men skotroyndir hansara vóru ikki nóg neyvar. Fekk reytt kort í seinasta dystinum, men hevði seinasta grønlendska skotið ikki givið mál, høvdu tey flestu helst takkað honum fyri, at hann steðgaði álopsroyndini.


Bárður Brimvík, H71

Var sum einasti strikuspælarin við í øllum trimum dystunum, og royndist hann hampuliga væl í bæði álops- og verjupartinum. Hevur støddina við sær, og megnaði tískil eisini at berjast við vælvaksna Rasmus Larsen. Brendi fleiri góðar møguleikar í fyrsta dystinum, men var nógv neyvari í teimum báðum seinnu.


Janus Einar Sørensen, Kyndil

Prógvaði at hann helst er besti strikuspælari okkara í løtuni. Loftar so at siga øllum bóltum í álopspartinum, og roynist eisini sera drúgvur í verjupartinum. Varð tikin úr U18 hópinum, og hevur longu prógvað, at venjarin sá rætt, tá hann tók hesa avgerð. Fer uttan iva at teljast millum teirra, sum føroyska liðið skal byggjast á í framtíðini.


Ingi Olsen, VÍF

Liðskiparin á føroyska liðnum, var klárt besti leikarin í teimum trimum dystunum. Var sera sjónligur í álopspartinum, har hann fyri tað mesta royndi seg sum miðspælara, og var toppskjútti í øllum dystunum. Var eisini ein týðandi liður í føroyska verjuspælinum, har hann við kvikleika sínum fekk pilkað nógvar bóltar frá grønlendsku leikarunum.


Heini Joensen, Neistin

Byrjaði við buldur og brak, tá hann skeyt trý tey fyrstu føroysku málini, og var í øllum dystunum ein stór hóttan, orsakað av stóru skotstyrkini. Hevur tó hug at gera spælið ov torført við hvørt, og serliga í fyrsta dystinum kostaði hetta nøkur kontramál. Líður tó undir, at føroyska liðið hevur ov fáar lámar, og fær tí ov lítið av hvíld undir dystinum.


Martin Hummeland, VÍF

Slap at royna seg í teimum báðum seinnu dystunum, og við skjótleika sínum megnaði hann fleiri ferðir at hótta mótstøðuliðið. Er kanska í so smæðin í álopspartinum, men eingin ivi er um, at hetta kemur saman við vaksandi royndunum. Hevur tó ikki enn megnað at sett seg á plássið sum høgri vongur


Bjarni Wardum, Kyndil

Einasti Wardum-maðurin á landsliðnum prógvaði í øllum trimum dystunum, at hann kann spæla á so at siga øllum plássum. Sýndi dirvi og vilja at bróta ígjøgnum, hóast hann kanska var heldur ótolin til tíðir. Hevur bæði bóltførleika og yvirlit til at gerast arvtakarin til miðplássi, tá Ingi Olsen einaferð ger av seta skógvarnar á hillina.


Hans Áki Dahl Christiansen, Kyndil

Var ikki við í seinasta dystinum, men hevði longu tá sýnt, at hann iegur at vera fastur fúsur á A-landsliði okkara. Ein kundi kanska hugsað sær, at hann gjørdi meira av í álopspartinum, men í verjupartinum lá hansara lutur so avgjørt ikki eftir. Varð í fleiri førum fyrsti maður at støðga mótstøðuálopunum, men verður kanska í so altráður við hvørt.