Ein mamma og eitt bróstabarn er tað sama í Sumba og Jakarta

Hóast bróstamjólk bæði er ókeypis, rein og sunn, selja ljósmøðurnar pulvurmjólk til mammurnar, so tær ikki leggja barnið til. Í hesum døgum sendir landsstýrið tveir føroyingar til Indonesia at greiða frá um fyrimunir við bróstageving.

Yvirskot er eitt hugtak, ið fáum er unt. Jan á Argjaboða og Bjørghild Djurhuus hava persónligt yvirskot, og landskassin peningaligt. Hetta kemur nú nýføðingum og familjum teirra í Indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta til góðar.

Yvirskriftin fangaði
Vilt tú gera mun? Soleiðis ljóðaði yvirskriftin á lýsingini frá Løgmansskrivstovuna, sum onkur kanska hevði hug at smílast av, tá tey lósu undirevnið: Fólk søkjast til bróstgevingarverkætlan í Indonesia. Men tíbetur vóru nógv, sum bitu á lýsingina. Harímillum tey bæði Bjørghild og Jan.
- Yvirskriftin talaði til mín. Eg havi áður verið við í líknandi verkætlanum, eitt nú í Nepal, Mosambique og India gjøgnum Danida, sigur 46 ára gamli Jan á Argjaboða, sum er útbúgvin el-verkfrøðingur, og starvast sum leiðari á tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Mong kenna helst 53 ára gomlu heilsusystrina Bjørghild Djurhuus úr Havn.
- Eg eri á einum vegamóti í lívinum. Kvøldið fyri eg sá lýsingina, segði eg við mannin, at eg hevði hug at royna nakað nýtt - kanska at farið til Afrika. Børnini eru vaksin, men eg havi nógva orku og yvirskot av geva av, sigur Bjørghild, sum hevur arbeitt við børnum og heilsu í mong ár, innan nógv ymisk øki. Bæði sum heilsusysitr, ættleiðing og ungum mammum.

Broyta hugburð
Sambært altjóða hjálparfelagsskapinum, Mercy Corps, sum stendur fyri verkætlanini, er endamálið at økja um talið á kvinnum, sum geva nýføddu børnum sínum móðurmjólk. Harumframt skal tiltakið skapa eitt umhvørvi í Indonesia, sum stuðlar bróstageving og broytir hugburðin um móðurmjólk sum heild. Eisini er endamálið at økja um vitanina hjá fólki um fyrimunirnar við at geva móðurmjólk. Hendan verkætlanin, sum Landsstýrið hevur avgjørt at stuðla, verður rópt “Healthy Start” A Model to Improve Breastfeeding in Indonesia.

Hoyra tað ósagda
- Tað er serliga spennandi, tí vit eru fyrst við einari tílíkari verkætlan. Slumbýlingarnir í Norðurjakarta verða royndarøki, og um tað eydnast, er ætlanin at skipanin skal nýtast í øllum landinum, greiðir Jan frá.
Spurd, hvussu tey vænta, at tey fara at reagera uppá ovurhonds stóra fátækradømi og vánaligu livilíkindini hjá barnafamiljunum, sigur Bjørghild soleiðis:
- Hóast vit koma at arbeiða í ringastu fátækrabýlingunum í Jakarta, eri eg ikki bangin. Havnin er eisini ein stórbýur og her eru eisini børn, sum ikki trívast. So hóast vanrøktin er ikki so sjónlig her, so er hon eins skaðilig fyri einstaka barnið, sigur Bjørghild. Og hon avdúkar, at sum heilsusystir er tað í báðum førum kynstrið at hoyra tað ósagda.
Og Jan leggur afturat:
- Uppgávan verður at koma ammustovusøgum til lívs. Eitt nú fáa lokalu ljósmøðurnar prosentir av hvørjum blikki av pulvurmjólk, sum tær selja møðrunum. Hetta kann hava óbótaligar avleiðingar fyri barnið og familjuna, tí vatnið er ofta dálkað, umframt at familjan brúkar frammanundan lítla peningin til nakað, sum kundi verið ókeypis. Jan skal vera frágreiðslufólk á ferðini, har hann skal skriva eina frágreiðing um støðuna á økinum, umframt eina niðurstøðu við tilmælum aftaná.

Vatnflóð seinkaði
Ætlanin er, at tey vera burtur í ein mánað ella so. Arbeiðið úti á staðnum fer at fevna um at gera forkanningar og verkætlanarlýsing, har tey kunna seg um heilsuverkið í Indonesia og savna upplýsingar um trupulleikan við bróstageving. Síðani skulu tey greina upplýsingarnar, skriva frágreiðing og leggja úrslitini fram fyri myndugleikunum.
Av tí at ógvusligt áarføri og yvirflóð hevur verið í landinum seinastu vikurnar, er ferðin útsett í einar tvær vikur. Men nú hava tey fingið boð um, at farið verður úr Føroyum næsta fríggjadag.

Bodnar til Mekka
Tey greiða frá, at hugburðurin hjá nógvum kvinnum er, at pulvurmjólk er betur enn móðurmjólk.
- Hesin hugburður verður stuðlaður av multinationalum fyritøkum, sum selja pulvurmjólk. Eitt nú verða ljósmøðurnar, sum selja mjólkina, bodnar ferðir til Mekka, um tær megna at økja um søluna av pulvurmjólk, sigur Jan á Argjaboða.
At mæla kvinnum til at geva bróst í eitt hálvt ár, hevur verði siðvenja í Føroyum í nógv ár.
- Tað stuttliga er, at vit hava mælt til hetta í nógv fleiri ár enn til dømis danir. Tað er ein myta, at tað ikki er nóg mikið hjá barninum bara at fáa bróstamjólk. Og ongin ivi er um nær barnið mungar eftir fastari føði, sigur Bjørghild, sum vónar at hon sleppur út at hitta mammurnar og pinkubørnunum í býlingunum.
- Tey eru muslimar. So tað er eisini áhugavert at fáa innlit í, hvussu mentanin er viðvíkjandi tí at geva bróst – um tað er loyvt at geva alment, um tær hava farloyvi, og annars, hvat tey vita um tað, sigur Bjørghild. Og hon endar samrøðuna við at staðfesta:
- Ein familja í Indonesia, sum gevur pulvurmjólk, rindar 200 dollarar fyri pulvur í eitt hálvt ár. Hetta svarar til tvær og eina hálva mánaðarløn. Vit bjóða teimum eitt ókeypis alternativ, so vit áleggja teimum ongar útreiðslur, heldur tvørturímóti. Tí alt talar fyri at geva bróst so leingi, sum til ber.

--

Fakta um Indonesia
Vídd 1.000 km21.812
Fólkatal mió.217,6
Partur av fólkinum, í býnum, %47
Væntaður livialdur, ár67
HIV-smittað av 15-49 ára gomlum, %0,1
Barnadeyði, promillu38
BNI pr. indb. US$1.140
BNI pr. indb. PPP$3.485
Atgongd til reint vatn, úti á landinum, %. 69
CO2-útlát pr. Íbúgva, tons1,4
Kelda: Tøl um heimsins lond frá heimsbankanum, 2006