Hóast Donald Trump, forseti í USA hevur verið fyri nógvum og hvøssum atfinningum úr øllum heiminum, so er líkt til, at hann hevur heilt fitt av stuðuli á heimavølli.
Ein kanning hjá Reuters vísir, at 49 prosent av teimum spurdu siga seg í stóran ella minni mun stuðla innferðarbanninum, sum Donald Trump hevur sett móti Iran, Irak, Libya, Sýria, Sudan, Somalia og Jemen. 41 prosent siga, at tey stuðla ikki banninum, meðan 10 prosent siga seg ikki hava eina støðu.
Ikki óvæntað er stuðulin ella mótstøðan býtt nokk so væl eftir politiskum liti. 53 prosent av demokratunum eru sterkt ímóti innferðarbanninum, meðan 51 prosent av republikanarunum eru sterkt fyri innferðarbanninum.