Ein nýggj byrjan: Vel John á Fólkating

Vit skulu hava eina nýggja byrjan. Tað er avgerandi neyðugt, at Føroyar fáa ræði á sínum egna uttanríkispolitikki. Tí vil eg sum fólkatingslimur virka fyri einum nýggjum samstarvi við danir, har valdsbýtið millum partarnar verður ásett í nýggjum sáttmála, sum leggur lunnar undir avgerðir á føroyskum grundarlag

Málið er:

 

• At Føroyar fáa standandi heimildir at samráðast við onnur lond og gera sáttmálar við tey.

 

• Karmurin um samstarvið millum Føroyar og Danmark verður ein sáttmáli, har valdsbýtið millum partarnar er ásett. Hesin sáttmáli verður fráboðaður ST, og verður harvið tryggjaður í altjóðarætti.

 

• Nýggi sáttmálin kemur í staðin fyri heimastýrislógina, sum fer úr gildi.

 

• Sáttmálin skal tryggja, at Føroya Løgting og Føroya Landsstýri verða hægstu myndugleikar og evsta vald í øllum málum, sum eru undir føroyskum málsræði.

 

• Tann danska grundlógin verður ikki longur galdandi í Føroyum. Men Føroyar og Danmark eru tó enn saman gjøgnum eitt tætt samstarv, sum tó nú byggir á eitt javnari grundarlag gjøgnum Frælsa Felagsskapin.