Hóast bæði norðoyastevnu og bátastevnu, so hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskifti hjá løgregluni.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at nógv fólk hava verið úti, bæði í Havn, í Klaksvík og í Vestmanna, men tað hevur verið friðarligt.
Eitt mál um harðskap er fráboðað í Suðuroy, sum verður kannað nærri. Og í Vestmanna var ein persónur tikin fyri at hava narko uppi á sær. Tað var í sambandi við, at ein bilur varð steðgaður í eini vanligari kanning, at løgreglan fekk illgruna til ein ferðandi í bilinum, og tað vísti seg, at hann hevði rúsevni uppi á sær. Hann er tí skuldsettur fyri tað.
Í Havn endaði ein persónur í brummuni hjá løgregluni. Tað var stutt fyri midnátt, at løgreglan fekk boð um, at ein ólátaður persónur gjørdi um seg á einum vertshúsi í Havn. Vaktarmenninir fingu ikki tamarhald á honum og boðsendu løgregluni, sum royndi at tosa hann til sættis. Men hóast bæði løgregla og vinmenn royndu at sissa mannin, so var hann ikki at tosa við, og tí varð hann tikin við á støðina og settur í brummuna, har hann hevur sovið rúsin av sær.
Hann varð leyslatin í morgun og skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar.