Ein pakki skal selja Suðuroynna

- Páls Høll er søgan um eitt lítið samfelag, ið hevur lyft eina øgiliga stóra byrðu til heiðurs fyri ein av sínum egnu. Høllin dregur eisini føroysk ferðafólk til Suðuroynna, men er tað nokk til at draga útlendska ferðandi til Suðuroynna?


Tað var spurningurin, ið borgarstjórin í Vági, og ein av høvuðsmonnunum handan verkætlanina at byggja Páls Høll, Dennis Holm, setti fundarfólkunum, tá hann helt røðu í ferðavinnuráðstevnuni hjá Ferðavinnufelagnum.


Fundarfólkini fingu reiðiliga høvi at svara, áðrenn borgarstjóri sjálvur segði, at hann ivaðist í tí. Í staðin sær hann Páls Høll sum eitt tilboð í einum størri pakka, ið Suðuroyggin skal kunnu bjóða ferðafólkum.


- Vit mugu fylla í hendan pakkan, ið skal draga fólk til Suðuroynna. Ein pakki, ið skal venda sær til familjur, pør, bólkar, ítróttarfeløg og skúlar á ferð, segði Dennis Holm.


- Hvat skal so í hendan pakka, spurdi borgarstjórin áðrenn hann nevndi nøkur hugskot.


- Vit skulu bjóða eina aktiva feriu í Suðuroynni. Fyrst er neyðugt við gisting. Í samband við Páls Høll hava vit bygt fleiri summarhús, soleiðis at vit í apríl, tá tey seinastu eru liðug, hava 60-80 fleiri seingjarpláss í Vági.


- Síðani kunnu vit bjóða náttúruupplivingar. Náttúran á oynni er flott og lætt atkomiliga í mun til nógva aðrastaðni. Tað er lætt hjá okkum at bjóða fólki túrar í haganum, niðan á fjøll og aðrastaðni.


- Vit skulu eisini brúka tí mentan, ið vit longu hava í Føroyum. Til dømis bjóða fólki ein fiskitúr við sluppini Johannu TG 326 ella ein túr út á fjørðin við einum grindabáti, segði Dennis Holm.