Ein persónur bað um friðskjól í Føroyum

Í løtuni situr ein persónur í varðhaldi á politistøðini, sum verður sendur av landinum í dag

Ein persónur úr Sýria kom við flogfari til Føroya í gjár. Tað fysta hann gjørdi var at søkja um friðskjól í Føroyum. Men tað ber ikki til. Føroyar eru partur av danska ríkinum, og tí kann bara søkjast um friðskjól í Danmark.

Hesin persónurin verður í sendur aftur til Danmarkar í dag, har hann síðani kann søkja um friðskjól.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hesin persónurin, sum er úr Sýria, hevur friðskjól í einum ES landi, so tí verður tað neyvan neyðugt hjá honum at søkja friðskjól í Danmark. Hóast tað ikki er vanligt at biða um friðskjól ella at fáa friðskjól í einum ES landi, tá tú longu hevur friðskjól í einum øðrum ES landi, so ber tað sjálvandi til at søkja um tað, sigur vaktleiðarin, men tað er ikki vanligt, at friðskjól í slíkum førum verður givið.