Høgni Hoydal
løgtingsmaður
At tað loysir seg at hava eina virkna og nærlagda andstøðu, gekk sjón fyri søgn í tinginum í gjár. Uppskotið um broytingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap fekk eina broyting í seinastu løtu, sum forðaði fyri ringastu avleiðingunum. Annars var vandi fyri, at løgtingið við einum pennastroki avreiddi fiskirættindini endaliga.
Orsøkin til kúvendingina var, at fjølmiðlarnir tíbetur fingu serfrøðingar út í almenningin - Bjørn á Heygum og síðani Kára Petersen - at gera vart við tað, sum Tjóðveldisflokkurin hevði ført fram á allan hugsandi hátt, síðani uppskotið sá dagsins ljós. Serfrøðingar og fjølmiðlar eiga tøkk fyri, at teir fylgdu málinum upp.
Annars hevði løgtingið glaðbeint atkvøtt fyri uppskotinum hjá Bjørn Kalsø, ið varð lagt fram nærum tveir mánaðir aftaná seinastu framløgufreist í tinginum, og sum ætlanin var skunda ígjøgnum uttan nakra viðgerð. Í vónini um, at ongin gav sær far um tað. Og tað var júst tað, ið samgonguumboðini mæltu til í sínum áliti - uttan fyrivarni.
Men í kjaki í SvF í gjárkvøldið, vildi løgmaður vera við, at talan var um onkrar løgfrøðisligar smálutir, sum í seinastu løtu komu fram. Og at tað var tekin um, at skipanin virkaði væl, at hetta var uppdagað í evsta tíma (!).
Ávaringar í vikur
Hetta eru grovar undanførslur og villleiðingar. Talan hevur ongantíð verið um nakran løgfrøðisliga trupulleika, men um politiska ómegd - bygda á vónir um, at ongin sá, hvat gekk fyri seg.
Longu sama dag, sum uppskotið varð lagt fyri Løgtingið, hevði Tórbjørn Jacobsen grein í bløðunum. Har segði hann millum annað: "Tað gongur týðiliga og greitt fram av hesum, at eru nakrar objektivar treytir loknar og fylgdar samsvarandi galdandi lóg og reglum, so hevur rættindahavarin krav uppá, at loyvið verður endurnýggjað í 5 ár, og ikki bara í 5 ár, men loypandi í 5 ár í tað óendaliga, táið onki stendur ella er skilmarkað um, at loyvið gongur út eftir loknu 5 árini. Ístaðin fyri tulkingina um rullandi skipanina í 10 ár hevur Bjørn Kalsø nú skotið upp, at loyvini rulla inn í ævinleikan. Hetta var vorið sum reformur."
Fáar dagar eftir vóru Bjørn Kalsø og Tórbjørn Jacobsen í kjaki í SvF, har tað sama varð ført fram við greiðum orðum.
Løgmaður vísti
øllum aftur
Dagin eftir setti Tórbjørn Jacobsen munnligan fyrispurning til løgmann, har hann spurdi beinleiðis um avleiðingarnar av uppskotinum og støðu løgmans til at avreiða fiskirættindini.
Undir fyrstu viðgerð av uppskotinum 3. mai 2007 førdi Heidi Petersen, tjóðveldiskvinna, somu sjónarmið fram, og mælti staðiliga frá at samtykkja uppskotið í verandi líki. Løgmaður var til staðar í tingsalinum undir hesi viðgerð fyri mánaða síðani, og fleiri tjóðveldisumboð spurdu beinleiðis løgmann undir orðaskiftinum um hansara støðu og skyldur. Løgmaður vísti øllum frá sær og vildi ikki útvega løgfrøðisligar metingar.
Álitið frá Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen í vinnunevndini, sum gjørdist alment týsdagin 29. mai, var ein politisk og løgfrøðislig útpensling og útgreining av, hvussu gongdin hevði verið í hesum máli: At landsstýrismaðurin frá at hava sagt seg viljað staðfest almenna ognarrættin, ásett brúksskyldu og møguleikan hjá landinum at bjóða fiskirættindi út, varð politiskt trýstur at gera tað beint øvugta. Trýstur av einum minniluta í samgonguni við góðkenning frá løgmanni, sum á ongan hátt vardi upprunaligu ætlanir landsstýrismansins.
Í tíðindasendingini hjá Útvarpi Føroya mikudagin 30. mai, førdi løgmaður fram, at talan var um ein politiskan veruleika og eina semju í samgonguni, sum hann onki fekk gjørt við.
Old, Eidesgaard og
Kalsø undir umsiting
Men bert tí málið kom í so bjart ljós í fjølmiðlunum fáar tímar undan atkvøðugreiðsluni, og eitt risastórt trýst varð lagt á samgonguumboð, koppaði málið. Formaðurin í vinnunevndini úr Javnaðarflokkinum, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og løgamaður vórðu settir undir umsiting av einum meiriluta í løgtinginum, sum kendi seg noyddan at stuðla andstøðuni.
Og tað hevur onki at gera við útlegging løgmans um, at onkur løgfrøðisligur smálutur knappliga reiv fyri eygunum á honum hósdag seinnapart. Tað er bert politiskum hugsjónum og samfelagsábyrgd frá fólki, ið ikki sita á tingi, fyri at takka.
Enn hómast onki politiskt uppskot frá samgonguni um, hvussu ætlanin er at skipa viðurskiftini í fiskivinnuni frameftir. Vinnan er í óvissu. Men Tjóðveldisflokkurin hevur lagt sítt greiða uppskot fram um tilfeingisbúð. Eisini tað man fara at vinna sín frama, tá valdsmonopolið hjá einum lítlum minniluta verður bjóðað av.