Tunnilssamband
Orð og myndir:
Vilmund Jacobsen
Tað var góður hýrur á væl møttari fjøld av fólki, tá ið ein áhugabólkur týskvøldið legði fram síni sjónarmið og tilmæli um størstu verkætlan á samferðsluøkinum í Føroya søgu. Stigtakararnir til høvdu bjóðað kommunum í Eysturoy, Klaksvíkar kommunu, Havnar kommunu, løgtingslimum í Eysturoy, landsstýrismanninum í vinnumálum og umboði fyri landsverkfrøðingin við til fundin. Eini 100 fólk mundu vera savnaði, tá ið áhugaverda framløgan byrjaði. Var fundurin almennur, er lítið at ivast í, at nógv fleiri fólk høvdu leitað sær á Svangaskarð hetta kvøldið. Karmurin um fundin var góður við kaffi, te, greyti og smákakum, sum Verner Olsen og hansara fólk syrgdu fyri.
Umframt Símun Johanesen, sum er bygdaráðslimur í Nes kommunu, sótu nakrir "tungir" dreingir í panelinum, ið er áhugabólkurin aftanfyri tað arbeiði, sum higartil er gjørt til frama fyri hesa verkætlan. Við endan á borðinum vinstrumegin sat Tummas Eliasen, sum er stjóri á Føroya Lívstrygging, síðan Niclas Foldbo, verkfrøðingur, ið hevur verið við til at bygt sjey tunlar - og eisini Vágatunnilin og at enda Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur og stjóri á Jarðfrøðissavninum.
Knýtir Føroyar
tættari saman
Tað var Símun Johannesen, ið greiddi frá tí arbeiði, sum áhugabólkurin higartil hevur gjørt.
Hann segði, at grundarlagið og endamálið við einum undirsjóvartunli millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið er fleirifalt.
- Í fyrsta lagi er málið at geva vinnuni og einstaklingum eina nýggja farleið, sum bæði skjótt, trygt og effektivt knýtir saman tvey av høvuðsøkjunum í Føroyum.
Hann vísti á, at ein triðingur av Føroya fólki býr í Suðurstreymoy,
meðan ein annar triðingur býr í Eysturoy og Norðoyggjum.
Í øðrum lagi er málið at knýta bygdirnar við Skálafjørðin tættari saman við einum skjótum og tryggum vegasambandi tvørtur um fjørðin.
Í fjórða lagi verður samferðslukervið við einum undirsjóvartunli útbygt á ein slíkan hátt, sum gevur stórar samfelagsligar og umhvørvisligar fyrimunir.
At enda og í fimta lagi, segði Símun, at málið er málið at fremja eina verkætlan fyri landið og fólkið á ein ógvuliga bíligan hátt.
Ein nógv stytri
farleið um tunnil
Eftir uppskotinum hjá áhugabólkinum verður tunnilin bygdur úr Sandvíkum á streymoyarlandinum, um Lágháls á Strondum og kemur uppaftur í Saltnesi.
- Mett verður, at samlaða tunnilslongdin verður umleið 9 km. tilsamans, harav 2,5 km. millum Saltnes og Strendur og 6,5 km. millum Strendur og Streymoynna.
Símun segði, at í miðal minkar vegalongdin millum bygdirnar við Skálafjørðin og Havnina við næstan 50 km. Millum eysturbygdirnar í Eysturoynni, Gøtu, Leirvík og Fuglafjørð og Havnina, minkar vegalongdin slakar 35 km. At enda minkar vegalongdin millum Saltnes og Strendur slakar 25 km.
Uppskotið hjá áhugabólkinum byggir á, at prísurin fyri at ferðast gjøgnum tunnilin verður so lágur sum gjørligt, tí tunnilin verður jú í kapping við fasta sambandið, sum frammanundan er ? og sum er "ókeypis".
- Uppskotið byggir á, at fólk við Skálafjørðin, i eysturbygdunum í Eysturoy og í Norðoyggjum velja tunnilin heldur enn sambandið, sum er í dag. Ferðingin úr Sundalagnum og suður til meginøkið verður framhaldandi gjøgnum verandi tunnil, út á Skálafjørðin og gjøgnum undirsjóvartunnilin til Havnar.
Økt ferðsla
Stigtakararnir meta, at eini 2.000 av teimum 2.600 akførunum, sum nú koyra gjøgnum Norðskálatunnilin um dagin, ferðast millum Skálafjørðin og Havnina.
- Við røttu fortreytunum, sum serliga snúgva seg um prísin, verður mett, at hesi 2000 akførini av Skálafjørðinum framyvir fara at nýta nýggja tunnilin í staðin. Við undirsjóvartunlinum um Leirvíksfjørð og við nógv betraða sambandinum millum Suðurstreymoy og landnyrðingspartin av Føroyum, verður mett, at talið av persónbilum fer at økjast við 50%. Somuleiðis verður mett, at "hálv tunga" ferðslan fer at økjast við 25% og "tunga" ferðslan við 10%.
Símun tók saman um og segði, at við hesum verða tølini 2460 persónbilar, 300 "hálvtungir" bilar og 132 "tungir" bilar um dagin ? ein veg. Mett verður, at 70% av hesi ferðslu ferðast til og frá eysturarminum á Skálafjørðinum, meðan hini 30% ferðast til og frá vesturarminum á fjørðinum.
- Aftrat hesum verður mett, at eini 1000 persónbilar, 100 "hálvtungir" bilar og 25 "tungir" bilar dagliga fara at ferðast í tunlinum tvørtur um Skálafjørðin ? uttan at fara til ella koma úr Havn.
Símun segði, at henda meting er ógvuliga leys, men samstundis
varin.
- Tølini svara til umleið eina helvt av vanligu bilaferðsluni millum
Toftir og Runavíkarøkið í dag. Íroknað er tó ikki tunga ferðslan til og av Toftum, sum er óvanliga stór, nú vit hava Fiskamarknaðin og Kassamiðstøðina í kommununi.
Hann segði, at verandi bilaferðsla millum Strendur/Skála og
Skálabotn er eini 1600 akfør um dagin.
Símun segði, at nýggja farleiðin millum Skálafjørðin og Havnina í longd og tíð minnir nakað um Hvalfjørðin í Íslandi, har undirsjóvartunnil er bygdur, sum styttir farleiðina millum 42 og 60 km.
- Hóast gjaldið fyri persónbilar er út við 100 kr. hvønn vegin, so
øktist ferðslan ? eftir, at tunnilin var komin ? við út við 50%. Einans 10% av ferðsluni gongur nú gomlu leiðina runt um fjørðin.
585 milj. kr.
Um kostnaðin av verkætlanini, segði Símun, at undirsjóvartunnilin verður mettur at kosta 585 milj. kr.
- Her eru umleið 30% løgd uppfyri í mun til kostnaðin av Vágatunlinum. Men eins og við Vágatunlinum verður roknað við, at mgv ikki skal rindast.
Í uppskotinum verður øll upphæddin roknað sum eitt lán við 6% rentu um árið yvir 15 ár.
Við hesum fortreytunum verður lánskostnaðurin kr. 59.400.000 um árið. Tað gevur kr. 163.000 um dagin. Rakstrarkostnaðurin við útgangsstøði í Vágatunlinum verður mettur til kr. 12.000.000 um árið; tað gevur kr. 33.000 um dagin. Samlaði kostnaðurin fyri tunnilin tey fyrstu 15 árini verður sostatt kr. 71.400.000 um árið og kr. 196.000 um dagin.
Símun segði, at við teirri prísáseting, sum áhugabólkurin kundi hugsað sær og teimum prísum, sum eru uppá tal, kann ein persónbilur koyra úr Saltnesi suður á meginøkið fyri kr. 41,16, ein "hálvtungur" bilur fyri kr. 164,63 og ein "tungur" lastbilur fyri kr. 329,26.
- Ein vanlig samfelagsgongd vil helst føra við sær eina ávísa
øking av ferðsluni, og vil tað geva ein samsvarandi hækkandi vinning ? ella grundarlag fyri eini ávísari príslækking. Tá ið so 15 ár eru liðin, og lánini eru niðurgoldin, verður grundarlag fyri einum nógv størri vinningi ? ella munandi príslækking, segði Símin Johannesen, bygdaráðslimur í Nes kommunu.
Sosialurin fer at venda aftur til málið í blaðnum í morgin.