­ Ein skylda at gera upp við danir

Hóast tað ikki beinleiðis hevur verið sagt, so kennir Marita Petersen, at tað áliggur henni at fáa danskar politikarar at taka avleiðingarnar av tí, sum teir órættvíst gjørdu móti føroyingum

Marita Petersen játtaði at stilla upp til Fólkatingsvalið, fyri at fáa viðurskiftini millum Føroyar og Danmark lýst út í æsir.

Av tí at hon stóð á odda fyri samráðingunum, tá harðast leikaði á, kunnu danir hinvegin ikki skúgva hana til viks. Hon sat hinumegin borðið, og veit hvat danir søgdu føroyingum í hesum spæli, og hvat veruliga fór fram.Tað veit danska stjórnin, sum tekur við eftir valið.

­ Hevur tú persónliga brúk fyri at fáa eina uppgerð við donsku stjórnina?

­ Eitt er, hvat eg persónliga havi brúk fyri, annað er, hvat er neyðugt at fremja í komandi valskeiði. Tað verður avgerandi av fleiri grundum, sigur Marita Petersen og nevnir tvær høvuðsorsøkir.

- Viðurskiftini millum Danmark og Føroyar eru nú soleiðis háttað, at neyðugt verður at fáa eina avkláring. Vit kunnu ikki innanlendis í Føroyum liva við ónøgdini, sum er við Heimastýrislógini. Vit mugu gerast meira sjálvbjargin og heil menniskju, og tað gerst m.a. við at broyta ríkisrættarligu støðu okkara.

­ Hin orsøkin er kanska meira persónlig og ítøkilig beint nú. Tað er alt tað, sum er hent síðani 1992, og sum endaði við bankakanningini.

­ Her er tað serliga umráðandi at Javnaðarflokkurin er við, fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag, sigur Marita Petersen.

Hon vísir á sína ábyrgd, at Javnaðarflokkurin sat við ræðið øll árini meðan kreppan var, og at hon persónliga samráddust við danir. Nú er tað staðfest, at danir ikki spældu við opnum kortum.


Ikki at liva við

- Hvussu er tað at liva við, at tú vart lumpað?

­ Ja, tað noyðist eg at viðganga at eg varð, og tað er moralskt er sera óheppið. Tað vil eg fegin sleppa at leggja fram fyri danir.

­ Eg kundi hugsað mær at víst á, hvat teir søgdu, tá kanningin kom fram. Teir søgdu, at nú skuldu føroyingar fáa endurgjald fyri missin vit høvdu havt, men um endurgjaldið er fyri ?tort og svíða³, veit eg ikki. Vit kunnu ikki liva við, at teir bert koma við nøkrum føgrum orðum, sum einki hald er í og sum ongar avleiðingar fáa.

­ Hvussu kennist aftaná alt stríðið at fáa staðfest, at danir søgdyu ósatt fyri tær, tá støðan var so ørkymlandi og álvarslig?

­ Tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki serliga dámlig kensla, men tað,sum Landsstýrið gjørdi í kreppustøðuni, var út frá bestu sannføring, kunnleika og fyritreytum tilmálið, sum høvdu at taka støðu til.

­ Sjálv haldi eg, at tað var rætt sum vit gjørdu. Vit forðaðu eitt nú fyri, at samfelagið fullkomiliga datt sundur.

­ Tað sum eg havi so ilt við at góðtaka, er, at vit ikki fingu teir upplýsingar, sum danir sótu inni við. Danir virdu okkum so lítið, at teir ikki royndu at greiða okkum frá, hvørjir trupulleikar teir hildu vera í føroyska samfelgnum, og sum teir hildu skuldi broytast.

­ Eg havi ongantíð upplivað, at danir, tá hendingarnar fóru fram, virdu meg sum ein líkastillaðan persón, og tað kendist sera ódámligt, sigur Marita Petersen.

­ Hvussu hevur tað ávirkað teg persónliga?

­ Hesa tíðina meðan bankakanningin er farin fram, so havi eg alla tíðina sitið við tí í huganum: Havi eg nú gjørt rætt? Havi eg verið býtt? Havi eg verið ov góðtrúgvin ella handlað óforsvarligt?

­ Tað var tí ein lætti tá bankakanningin kom, tí har varð prógvað, at spurdu rætt, men fingu ikki tey røttu svarini, sigur Marita Petersen, sum viðgongur, at eingin kennir seg heilt væl av at verða lumpað.

­ Tað hugsi eg ikki, at nakað menniskjað kann góðtaka, men lívið skal livast víðari, og tú kanst ikki liggja og bøla omaná slíkum.

­ Tí er tað so umráðandi at vit fáa greiðu á viðurskiftunumvið Danmark, og at alt kemur fram, líkamikið hvør kemur í klemmu. Um tað vera politikarar til høgru ella vinstru í salinum, er fyri mær fullkomiliga líka mikið, bert vit fáa slætt borð, sigur Marita Petersen.


Krevur slætt borð

­ Tú hevur livað við hesum síðani 1993. Orkar tú at fara umaftur eina ferð aftrat?

­ Støðan er ein onnur hjá mær nú. Eg havi varhugan av, at her er nakað, sum skal gerast liðugt. Tað er umráðandi at fáa ávirkan á, hvat verður gjørt við málið í Keypmannahavn, sigur Marita Petersen.

Útlitini fyri at bankamálið fær avleiðingar fyri donsku stjórnina, eru ikki góðar. Marita Petersen hevur eina kenslu av, at allir partar í Danmark hava hug at leggja lok á málið. Danska sosialdemokratiska stjórnin suffar lættað, tí hon kom livandi frá tí, og útskrivar val.

Nú koma kanska teir borgarligu at sita við ábyrgdini, men teir eru eisini í ferð við at leggja lok á.

Av tí at hon sat hinumegin borðið, tá harðast leikaði á, kunnu danir ikki skúgva Maritu Petersen til viks, tí hon kann prógva, hvat veruliga fór fram.

­ Tað er ikki av áhuga fyri føroyingum at lok verður lagt á nakað sum helst í bankamálinum, og tí er neyðugt at taka málið upp við danir, so vit fáa slætt borð, sigur Marita Petersen.