Ein smittaður við koronu í gjár

– Men tað er ikki greitt, hvar viðkomand er smittaður

Í gjár varð ein nýggjur tilburður av koronu staðfestur, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Men landslæknin leggur afturat, at tað er ikki greitt, hvussu viðkomandi hevur fingið smittuna.

 

Í gjár vórðu 786 kanningar gjørdar og allar eru greinaðar. Tilsamans eru nú 298.657 kanningar gjørdar. Tilsamans hava 769 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum. Av teimum eru 755 fólk staðfest frísk aftur og higartil er eitt persónur deyður við koronu í Føroyum.

 

Eftir tí vit vita, hava 13 fólk í Føroyum koronu í løtuni. Men Landslæknin sigur eisini, at delta varianturin, sum eisini verður nevndur tann indiski varianturin, er nú staðfestur í Føroyum.

 

Herfyri varð korona staðfest hjá einum fólki, sum kom til Føroya úr útlondum. Smittan varð staðfest triðja dagin eftir at viðkomandi var komin higar. Viðkomandi hevur smittað tvey onnur fólk, men síðani eru smittan avbyrgd. Landslæknin sigur, at bæði tað smittaða fólkið, og tey, ið viðkomandi hevur verið í sambandi við, hava tað gott, og í løtuni bendir einki á, at onnur í Føroyum eru smittað við delta variantinum, sigur landslæknin.