Ein SV stjórn nærkast – Ellemann hevur góðar vónir

Formaðurin í danska flokkinum Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, viðgongur lyftisbrot, um hann endar í stjórn saman við Mette Frederiksen.

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, segði í dag við TV2 News, at tað kann væl enda við eini SV stjórn. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Vinstri er »kanska« á veg í stjórn við Javnaðarflokkin, sigur formaðurin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen, við TV2 News, og hann viðgongur, at tað fer at vera eitt »lyftisbrot«, um tað hendir.

Men teir báðir flokkarnir eru í »gongd við nakað, sum er rætt«.

– Latið okkum nú kalla ein spaka fyri ein spaka. Sjálvandi er tað eitt lyftisbrot. Eg fór til val upp á at gerast forsætisráðharri, og tað bleiv eg ikki.

– Tað verður eg noyddur at góðtaka. Tað kann eg harmast um, men eg kann eisini velja at siga, at nú kann eg royna at fáa tað besta burtur úr teimum tingsessum, sum Vinstri hevur, sigur Ellemann-Jensen við TV2 News.

Jakob Ellemann-Jensen hevur áður sagt, at hann ikki lítur á forkvinnuna í Javnaðarflokkinum, virkandi ráðfrúuna Mette Frederiksen, sum síðani fólkatingsvalið 1. november sum kongaligur kannari hevur roynt at skipa stjórn. Enn er hon ikki komin á mál.

Formaðurin í Vinstra hevur eisini leingi víst aftur, at flokkurin kann vera við í eini stjórn við Javnaðarflokkinum.

– Tú kanst saktans fáa álit á vinum, sum hava svikið teg á vegnum. Men tað krevur, at báðir partar vilja tað. Og tann viljan havi eg, og tað merki eg eisini, at Mette Frederiksen hevur, sigur Jakob Ellemann-Jensen.

– Eg eri púra vísur í, at vit fáa tað upp á pláss aftur, og tí eru vit væl á veg við, sigur hann.

Metta Frederisekn og Javnaðarflokkurin fóru til vil uppá at skipa stjórn tvørtur um miðjuna í donskum politikkki, altso við flokkum frá reyða og bláa veingi.

Ellemann-Jensen kallar tað ein veruleika, at Mette Frederiksen aftur verður forsætisráðfrú.

Arbeiðstilboð, skattalættar í bæði toppi og botni eins og ein framhaldandi skattasteðgur er millum evnini við samráðingarborðið sambært Ellemann-Jensen. Hann »kannar«, um hann kann fáa meira bláan politikk saman við Mette Frederiksen, enn hann hevði kunna fingið við borgarligum flokkum.

Í morgin rakar Mette Frederiksen metið frá 1975 fyri longstu stjórnarsamráðingar upp á 35 dagar. 

Ellemann-Jensen er »bjartskygdur« í mun til, um ein nýggja stjórn er upp á pláss fyri jól.

Um tað so verður við ella uttan Vinstra, er enn óvist, men sambært Ellemann-Jensen hava Javnaðarflokkurin og Vinstri »gongd í nøkrum, sum er rætt«.

/ritzau/

 

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, segði í dag við TV2 News, at tað kann væl enda við eini SV stjórn. (Arkivfoto). - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix