Tá løgreglan í nátt gjørdi grein 13 kanning á Skálafjørðinum var ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring.
Hann varð tí handtikin og førdur á Landssjúkrahúsið, har ein blóðroynd varð tikin.
Síðani varð persónururin leyslatin aftur.
Nú verður so bíða eftir blóðroyndini at vita, hvussu leikur víðari ferð í rættarskipanini.
Annars hevur tað verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni.











