Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klakvsík í gjár

Um 10 tíðina gjáramorgunin tók løgreglan ein persón fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík.

Tað var ein sum boðaði frá, at ein bilur var uppsteðgaður, og at illgruni var um, at bilførarin ikki var edrúur.

 

Løgreglan kom á staðið og kundi staðfesta, at so var. Hann er tí skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

 

Tá løgreglan í gjár bað ein bilførara vísa sær koyrikortið, vísti tað seg, at koyrikortið var sperrað í skipanini hjá løgregluni. Tað var tað, tí at viðkomandi hevði boðað frá, at koyrikortið var burturmist, og tí fekk hann eitt annað koyrikort.

 

Um so er, so eigur tú at boðað frá, tá tú finnur burturmista koyrikortið aftur og lata tað inn á Akstovuna. Tað hevði hesin ikki gjørt, og tí verður hann skuldsettur fyri tað, ið á politimáli eitur »falsk erklæring om tro og love«.