Tað var spenningur í katólsku dómkirkjuni í Keypmannahavn henda junidagin í 1989.
Pávin var á vitjan í Norðurlondum og skuldi nú hava gudstænastu á hesum staði. Kirkjan var stúgvandi full av fólki, bæði tíðindafólkum og fólki, ið vóru komin til hesa hátíðargudstænastuna.
Endiliga er pávin her, og skráin fyri gudstænastuna kann byrja. Men hvat ger pávin? Hann brýtur alt tað fyriskrivaða, og fer beinleiðis fram á altarið at halda bøn.
Fólk gerast nervøs og ein ávísur spenningur tekur seg upp millum tíðindafólkini, tí hetta kom púra óvart á tey øll.
- Men soleiðis var hann bara. Hann fylgdi ikki altíð teirri fyrisettu skránni, men gjørdi tað sum hann føldi var rætt í tí støðuni, sigur Lars Messerschmidt, katólskur prestur.
Hann var sjálvur til staðar við hesa gudstænastuna, sum gav honum eitt sera gott innlit í persónligheitina hjá hesum pávanum, sum andaðist leygarkvøldið.
Ikki lært leiklutin
Fyrru ferð teir hittust var altso í juni mánaði 1989, tá pávin var á vitjan í Norðurlondum. Hann vitjaði tá í øllum londum, uttan Føroyum og Grønlandi.
Í sambandi við vitjanina í Danmark fekk Lars tvey gylt høvi at læra henda megnarmannin at kenna ? fyrst við eina gudstænastu í Keypmannahavn og síðani við eitt størri tiltak við eitt leguhús í Jútlandi.
- Og eg skal siga tær sum tað er: Tað var ein heilt ótrúlig uppliving at vera so nær hjá pávanum. Tí er tað nakað, sum eyðkendi henda mannin so var tað tætta samband hansara við fólkið, sigur Lars.
Undir hesi vitjanini í Norðurlondum helt pávin m.a. eina gudstænastu í katólsku dómkirkjuni í Keypmannahavn, har Lars eisini var við.
Her gjørdist Lars fult greiður yvir alt tað góða og positiva, hann hevði hoyrt onnur siga um pávan, - hansara nærvera og hansara persónligheit.
-Hann var til stóran íblástur fyri okkum øll, í tí hann segði og soleiðis sum hann var. Og hann vísti her til fulnar, at hann var ein maður sum hvíldi í sær sjálvum.
-Hann spældi ikki ein leiklut, ið hann hevði lisið seg til, ella sum onnur høvdu biðið hann um at vera. Hann var altíð seg sjálvur. Og tað haldi eg eisini, at luttøka hansara við gudstænastuna í dómkirkjuni vísti, bæði tíðindafólkum og teimum mongu, ið vóru komin til hesa serstøku gudstænastuna, sigur Lars.
Broytt atmosfera
Í katólsku dómkirkjuni var alt gjørt til reiðar til hesa spennandi vitjanina. Og sum vera man vóru tíðindafólk og myndamenn í hópatali til staðar.
Øll bíðaðu tey eftir at pávin skuldi koma innar, og tí var ein ávísur nervøsitetur og spenningur í kirkjurúminum. Men tá hann so kom innar í kirkjuna, fór hann fyrst av øllum fram til altarið og legði seg á knæ í bøn. Har lá hann eina góða løtu.
Frammanundan hevði ein sett upp eina ætlan fyri, hvussu gudstænastan skuldi vera, bæði praktiskt og við tíðini. Men hetta, hann nú gjørdi kom púra óvart á øll: At hann skuldi falla á knæ frammanfyri altarið var fullkomuliga uttanfyri ta løgdu skránna!
-Men soleiðis var hann. Hann var seg sjálvur, og bakkaði ikki fyri at gera tað, hann sjálvur helt vera rætt. Eingin kundi pressa hann til nakað, sigur Lars.
Lars kom henda dagin at sita bara nakrar heilt fáar metrar frá altarinum, og hann merkti til fulnar tann intensa spenningin sum var í kirkjuna hesa løtuna.
Pávin lá soleiðis á altarinum í ein góðan minutt, meðan øll hildu andanum í tí, sum fyri tey helst hevur virkað sum ein ævi. Men tá pávin so fór á føtur aftur, var ein heilt onnur atmosfera inni í kirkjuni:
-Frammanundan vóru fólk nervøs og spent, men nú gjørdust øll meiri avslappað og rólig. Soleiðis var hann bara, sigur Lars, sum bara dugir at ímynda sær, at slíkar improvisasjónir ikki altíð gera tað lætt at vera skrivarar hansara.
Gav sær góða tíð
Tá pávin so fór til gudstænastuna í Jyllandi fingu fólk somu kensluna og inntrykkið av honum: Hann vísti nærveru við fólkið og var seg sjálvur.
Í Mossø nærhendis Silkeborg hava katolikkarnir í Danmark eitt leguhús, sum pávin skuldi vitja undir ferðini í Norðurlondum. Eisini henda dagin var Lars staddur beint við pávan.
Henda dagin var alt sett í pávans ljós, tá hann varð fluttur hagar við tyrlu. Úr tyrluni gekk ein long prosessjón fram at leguhúsinum ? prestarnir fyrst og longur afturi í køini pávin. Teir gingu framvið teirri stóru mannamúgvuni og teimum hundraðtals børnunum, sum vóru møtt upp henda dagin.
Tá teir so komu fram til leguhúsið, var eingin pávi at síggja. Hann var tá steðgaður upp og var farin at tosa við fleiri av børnunum, ið stóðu framvið vegnum. Hetta hendi, hóast einki var skrivað um tað í skránni fyri vitjanini!
- Hann gav sær góða tíð til børnini. Hann prátaði við tey, og hann vælsignaði tey. Og tað vísti seg, at júst hetta gjørdi tað at hini børnini fóru at tosa saman, soleiðis at tað líktist meiri "en skovturs-stemning", sum Lars málber seg.
Líka legði pávin í ta løgdu skránna og teir nervøru løgreglumenninar og hini trygdarfólkini í nánd av leguhúsinum: Pávin ætlaði sær at tosa við børnini. Tað kundi eingin forða honum í at gera, og tí gjørdi hann tað.
-Av sonnum var hann ein pávi sum gav sær far um medmenniskju síni, sigur Lars.