Tá løgreglan í gjár gjørdi eitt ferðsluátak í Saltangará var tað ein bilførari, sum koyrdi 91 km um tíman í bygdum øki, sum gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.
Náttin hjá løgregluni hevur verið friðarlig, tó so var ein bilførari tikin í nátt, sum er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av heilivági ella øðrum rúsevnum.