Ein triðingur hevði ov nógv í blóðinum í Hvalvík

– Í Klaksvík stóð nógv frægari til

Um vikuskiftið hava tvær stórar stevnur verið, í Klaksvík var Norðoyastevna og í Hvalvík var bátastevna. 

 

Hjá nógvum er rúsdrekka ein fastur fylgisveinur á slíkum stevnum, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Kortini var løgreglan á ferð og kannaði um alt var eftir forskriftunum. Í Klaksvík vórðu 60 bilførarir kannaðir tíðliga í gjáramorgunin, men teir høvdu øll síni viðurskifti ílagi.

 

Løgreglan fór eisini til Hvalvíkar í gjár, tá ið batarnir so smátt fóru at loysa eftir bátastevnuna og prátaði við bátsførararnar. Løgreglan sigur, at tað vórðu eini 25 bátsførarar, sum vildu sleppa at bálsa í alkometrið fyri at tryggja sær, at teir vóru nóg edrúir at føra bát. Og tað vísti seg at ein triðingur av teimum høvdu ov nógv alkohol í blóðinum til at teir vóru skikkaðir at føra bát. Í samráð við løgregluna drálaðu teir tískil á í nakrar tímar, áðrenn teir loystu.

 

Tað var sama støðan í bátastevnuni í Vestmanna herfyri. Har hevði eisini ein triðingur av bátsførarunum ov nógv í blóðinum til at teir vóru skikkaðir at loysa.