Tað kann verða rættiliga dýrt hjá einum lastbilførara, at missa farm úr lastini á vegin.
Tað mátti ein lastbilførari ásanna í Føroya Rætti í gjár.
Hann hevði verið á Saltsøluni eftir salti, men í tí hann koyrdi framvið Landssjúkrahúsinum, misti hann ein stóran sekk av salti á vegin.
Løgreglan tók málið upp og ákærdi mannin fyri groft ósketni og fyrilitarloysi og fyri at hava sett ferðslutrygdina í stóran vanda.
Og hetta sá dómarin so strangt upp á, at bilførarin nú má taka koyrikortið av nýggjum.
Dómarin gjørdi nevniliga av, at lastbilførarin skal missa koyrikortið treytað í trý ár.
Bilførarin skal eisini betala 450 krónur í bót.
Hetta kann gerast ein ógvuliga dyggur smeitur hjá bilføraranum, tí at koyra lastbil er hansara livibreyð, so hann er í vanda fyri at missa arbeiðið.
Harafturat kostar eitt koyrikort nógvar, nógvar túsund krónur.
Hendiligt óhapp og ósketni
Tað, sum hendi tá ið hann kom út til Landssjúkrahúsið, var, at eitt spenni brotnaði í eini reim, sum var spent um sekkirnar at forða teimum í at detta úr lastini. Av tí sama loysnaði reimin og ein sekkur við einum heilum tonsi av salti datt úr lastini og mitt niður á vegabreytina.
Treylarin hevði 26 sekkir í lastini, sum vigaði eitt tons hvør, tí treylaralastin varð merkt at taka 26 tons.
Tað merkti, at tveir sekkir máttu standa oman á hinum og tað var ein av teimum báðum ovaru sekkunum, sum datt mitt niður í vegin. Av tí at sekkurin stóð oman á einum øðrum, var fallið einar tveir metrar, greiddi ein løgreglumaður frá og tí metti hann, at talan hevði verið um stóran vanda fyri ferðslutrygdina.
Verjin hjá manninum førdi fram, at ongar forskriftir vóru fyri, hvussu slíkur farmur skuldi tryggjast í lastini, men at bilførarin hevði tryggjað lastina upp á sama máta, sum tey altíð høvdu gjørt.
Men at eitt spenni skuldi brotna so at ein sekkur datt á vegin, kundi hann ómøguligt varða seg fyri.
Hann vísti eisini á, at bilførarin tvær ferðir eftirspenti reimarnar, tí salt er leysur farmur, sum setir seg, tá ið ristingur kemur í og tað prógvar, hvussu eftiransin hann var.
Akstovan segði sína hugsan sum sakkunnleiki og teirra niðurstøða var, at talan var um eina samanrenning av einum hendiligum óhappi av tí at spennið brotnaði og ósketni, tí farmurin átti at verið tryggjaður betri við nógv fleiri reimum.
Tað er heldur ikki tað besta at koyra salt í flatari last við ongum lúkum og saltsekkir skuldu undir ongum umstøðum verðið settir omaná hvønn annan tí salt er ikki fastur farmur og tað ger, at teir ovastu sekkirnir standa ógvuliga leysir.
Stórur vandi
Dómarin gav ákæraranum fult viðhald í, at bilførarin hevði rætt og slætt skyldu til at tryggja farmin, so at hann ikki datt á vegin.
Tað hevði hann kunnað gjørt við fleiri reimum.
Men tað hevði hann ikki gjørt og sostatt hevði hann sett ferðslutrygdina í stóran vanda.
Ákærin vísti eisini á, at farmur í lastbilum, skal tryggjast so væl, at hann tolir eina harða bremsing og aðrar óvanligar støður í ferðsluni.
Dómarin var samdur við ákæranum um, at her var talan um at seta ferðslutrygdina í stóran vanda og tí var dómurin so harður.
Talan er um eitt rættiliga prinsipielt mál og tí skeyt bilførarin alt fyri eitt dómin inn fyri landsrættin.
Má taka koyrikortið av nýggjum
At bilførarin missur koyrikortið treytað, merkir, at hann skal upp til nýggja koyriroynd áðrenn tríggirr mánaðir eru farnir, og klárar hann ikki bæði teori og koyringina, missur hann koyrikortið.
Men klárar hann tað, eru ikki allar súður syftar fyri tað, tí so verða tey næstu trý árini roknað sum ein royndartíð.
Tað merkir, at ger hann nakað lógarbrot tey næstu try árini, sum er so groft, at tað eisini hevði ført til eina treytaða ella treytaleysa frádøming afturat, missur hann koyrikortið uttan aðra ávaring og sostatt situr koyrikortið undir øllum umstøðum ógvuliga leyst í lummanum tey næstu trý árini.
Men tað eru serligar reglar galdandi fyri tey, sum hava koyrikort til fleiri bólkar, sum hesin bilførarin, ið hevur koyrikort til treylara.
Hann fær tríggjar møguleikar at taka koyrikortið og klárar hann tað ikki triðju ferð, missur hann koyrikortið til allar bókarnar og má taka tað av nýggjum til hvønn einasta bólk hvør í sær.