Györ endurvann Champions League

Odense og Esbjerg gjørdust nummar tvey og trý

Mynd: Eurohandball

FINAL FOUR í Champions League í hondbólti hjá kvinnum var avgreitt í Budapest í vikuskiftinum.

 

Ungarska stórliðið endurvann Champions League við 29-27 sigri á danska Odense. Odense var aftanfyri 15-20 í steðginum, og fjónbúgvarnir megnaðu veruliga ongantíð at gera tað ordiliga spennandi.

 

Hetta er sjeynda ferðin síðani 2013, at Györ vinnur kappingina. Síðani 2009 hevur Györ verið í finaluni 11 ferðir.

 

Esbjerg vann í dystinum um triðja plássið 30-27 (17-16) á franska liðnum, Metz.

 

Danska ligan er millum tær fremstu í Evropa, og vit kunnu fegnast um at hava føroyskar landsliðsleikarar í bestu donsku deildini.

 

Mynd: Eurohandball