Talan var um tvey fólk, sum vóru komin til ilnar, har annar persónurin sló hin
– Hetta verður nú kannað nærri, og vit vita hvørji fólkini eru, sigur vakthavandi á politistøðini.
Hetta fór fram í høvuðsstaðarøkinum. Fólkini kendust, men talan er ikki um harðskap í parlag, sigur vaktleiðarin.
Enn er løgreglan ikki komin til nakra niðurstøðu um eldin í Hornabø í Havn sunnukvøldið. Vaktleiðarin sigur, at enn eru nøkur viðurskifti, sum greiða skal fáast á við avhoyringum.
Og um horvna grindareiðskapin í Bø og í Leynum er einki nýtt at frætta.
Men løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at onkur hevur kúluonglar til sølu á netinum. Og tað varð eisini kannað, men tað var onkur, sum ger grindareiðskap úr stáli, sum hevði hetta til sølu.