Ukrainar hava lopið á russiska rørleiðing

Ukrainski herurin hevur í nátt rakt eina russiska pumpustøð 320 kilometrar inni í Russlandi

 

Ukrainski herurin váttaði í nátt at hava lopið á eina russiska rørleiðing, sum gongur til Ungarn og Slovakia.

 

- Álopið varð vent móti einari pumpustøð í Tambov-regiónini í Russlandi tíðliga í morgun, lokala tíð.

 

Tað upplýsa ukrainsku myndugleikarnir á boðtænastuni, Telegram.

 

Sambært ukrainska herinum steðgaði pumpustøðin fullkomiliga eftir ukrainska álopið.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at russiska støðin liggur 320 kilometrar úr ukrainska markinum.