Tað merkist beinanvegin at konsentrasjónin er í hásætinum her FM kappingin í talvi fer fram.
Nógvir mans úr fleiri telvfeløgum sita boygdir fram móti talvborðinum og hugsa um næsta leikin ella næstu leikirnar.
Men við tvey av borðunum sita tvey ung konufólk Fríða við Streym úr talvfelagnum Rókur og Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag.
Tær hava staðið seg rættiliga væl í hesi kappingini. Seinastu vit frættu høvdu tær trý stig í part, og lógu millum 6 og 10 teir ovastu telvararnar í unglingadeildini.
- Eg havi glett meg nógv til hesa kappingina, sigur Herborg Hansen, sum bert hevur telvað seinastu seks árini.
Vit hitta hana ein mikudag herfyri, meðan hon saman við flokki sínum hevði alisfrøði.
Eitt ynski
Herborg var ung, tá hon byrjaði at telva. Í roynd og veru ikki meiri enn stórt átta ára gomul.
- Ja, tað var faktiskt í 2000 at eg byrjaði. Og sum hjá øllum øðrum telvarum, so var tað fyrsta eg lærdi, hvussu ein flutti fólkið, sigur Herborg.
At hon lærdi hetta til fulnar, tað prógvar ikki minst góða úrslit hennara í farna mánaði: Tá endaði hon við at gerast Danmarksmeistari í talvi fyri gentur í aldrinum 14-15 ár.
Herborg ynskti beinanvegin av sonnum at læra seg alt um talv og telving. Hon hevði snøgt sagt bert eitt í huganum:
- Eg hevði eitt stórt ynski um at vinna eitt talv móti systkinabarni mínum, Símun Rógva.
- Og tað gekk eisini stutt tíð, so vann eg á honum, sigur Herborg við einum brosi.
Talv og aftur talv
Tað var skjótt at Herborg byrjaði at telva við Klaksvíkar Talvfelagi.
Her fekk hon ein góðan venjara, Petur Hans Poulsen, sum hevur lagt henni lag á, hvussu ein mennir seg í hesi ítróttargreinini.
Hóast hon gongur í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík, og hevur heimaarbeiði fyri, so fer ein stórur partur av frítíðini til telving.
Hon brúkar hesa tíðina at lesa um ymisk talv-programm, og annars roynir hon at fylgja við í ymiskum kappingum úti í heimi.
Í roynd og veru brúkar hon millum ein og tveir tímar um dagin til hetta spennandi frítíðarítriv sítt.
Men Herborg tekur sær tó eisini tíð til annað. Millum frítíðarítriv hennara eru eitt nú ungdómsmøtini í Betesda.
Sterk mótstøða
Herborg gjørdist serliga kend, tá hon herfyri gjørdist besti telvarin í Danmark fyri gentur í hennara aldursbólki.
At henni skuldi eydnast at fáa ein slíkan heiður, kom púra óvart á hana.
- At eg skuldi verða betri enn tær, - nei, tað hevði eg als ikki væntað, sigur hon lítillátin.
Hon visti frammanundan at teirra rating-tal var størri enn hennara. Tí var rættiliga vist, at hon fór at møta stórari mótstøðu frá teimum.
Men hvussu var og ikki, so eydnast tað Herborg at vinna hesa kappingina. Tá hon kom heim aftur varð henni sýndur mikil heiður, m.a. av heimstaðarkommununi í Klaksvík.
Nógvir møguleikar
Tá ein tosar um ítróttargreinar so verður í onkrum greinum tosað um, at hetta eru ítróttargreinar mest fyri mannfólk.
Um ein tosar um telving so hevur tað her á landi mest verið ein kapping millum menn.
Men tað heldur Herborg onga orsøk vera fyri.
- Eg veit um eina aðra gentu av Oyrarbakka, sum eisini telvar. Annars eru vit ikki so nógvar, sigur hon.
Hví tað er so, hevur hon onga aðra frágreiðing um enn hesa: - Helst er tað tí, at tær ikki tíma!
- Tað sær kanska so óinteressant út. Tað er tað kortini bert í byrjanini, men tá ein so kemur inn í tað, er tað ordiliga spennandi.
- Hetta er eitt ordiliga stuttligt spæl, sum hevur eina rúgva av ymiskum møguleikum. Tað er altíð okkurt nýtt at læra, sigur hon.