Saman við restini av danska landsliðnum hevur Katrin Olsen tær báðar seinastu vikurnar verið í Eysturríki, har formurin skal fínpussast undan HM-kappingini.
Kappingin verður í Onglandi um eina viku, og umvegis teldupost boðar Katrin frá, at tær tykjast vera væl fyri.
- Vit rógva ofta ymiskar teinar móti hinum donsku bátunum, har vit vera send avsta: vi: handicaptí:um sum eru rokna:ar eftir út heimsmetunum. Hetta gevur eina gó:a mynd av hvussu vit liggja, og hvat vit evt kunnu gera betr, sigur hon.
Tað er nú greitt, hvørjum bátum Katrin og tær skulu kappast ímóti í HM. Truplasta mótstøðan tykist vist koma frá Kina, men eisini Kanada og Ongland eru sterkar, sigur Katrin.
Men hon er tó ikki í iva um, hvat teirra mál fyri HM er.
- Málið er at fáa gull um hálsin. Og vit trúgva eisini uppá, at tað fer at berea til hjá okkum, staðfestir hon.