Tign skipar fyri almennum fundi í kvøld klokkan sjey í Læraraskúlahøllini í Havn, har orðaskifti verður um status á eldraøkinum, nú eitt ár er liðið, síðani økið bleiv lagt út til kommunurnar.
Tign sigur, at millum annað hevur verið at hoyrt frá Skálafjarðarsamstarvinum, at eldraøkið har fer at kosta 5,8 milliónir krónur meiri enn mett varð, og at orsøkin er, at eldraøkið er dýrari enn almannaráðið hevði upplýst.
Líknandi støður hava eisini verið at hoyrt frá øðrum kommunum, og tí skulu eisini borgarstjórarnir Heðin Mortensen, Jógvan Skorheim, Torbjørn Jacobsen, Jóhan Christiansen, Rósa Samuelsen, Pauli T. Petersen og Gerhard Logbnerg, umframt Mikkjal Sørensen, formaður fyri Bú- og heimatænastuna í Suðuroy, hava stutt innlegg.
Við á fundinum eru eisini Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Hanne-Dot Ludvig er næstforkvinna í Tign:
Tað segði Hanne-Dot Ludvig, næstforkvinna í Tign.
Orðstýrari á fundinum í Læraraskúlahøllini í kvøld verður Jón Brian Hvidtfeldt.