Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
Opið bræv til Tórshavn býráð
Tað er at smíða, meðan jarnið er heitt, og fari eg at heita á Tórshavn býráð um alt fyri eitt at taka upp samráðingar við Føroya Landsstýrið um byggjan røktarheimum við somu lagaligu gjaldstreytum og sama serliga fíggingarmynstri, ið ætlað er Suðuroynni.
Í samrøðu við Sosialin 19. mai 2005 sigur landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, at landsstýrið aftur fer at reisa spurningin um at byggja røktarheim í Suðuroynni, nú løgtingið endaliga hevur avgjørt at byggja skúladepil í Hovi.
Ein kanning í Suðuroynni vísir, at har er tørvur á 35 røktarheimsplássum
Landsstýrið fer smbrt. blaðsamrøðuni ein av komandi døgunum at senda kommunum í Suðuroynni skriv um byggjan av røktarheimi á Eiðinum Vági.
Hans Pauli Strøm sigur í greinini, at landsstýrið fer at greina út, hvussu ein slík bygging kann fíggjast.
Meginregluna um, at landið betalir helvtina av eini slíkari bygging ella í mesta lagi hálva millión krónur fyri hvørt búfólk, ætlar landsstýrið sær ikki at bróta, men bjóðar sær samstundis til at finna eitt serligt fíggingarmynstur til kommunurnar, sum ætla at byggja røktarheim í Suðuroy.
Ber tað veruliga til, at landsstuyri kann lata Suðuroynni ein heilt serligan leist at fíggja røktarheim eftir?
Tað serliga fíggingarmynstrið til byggjan av røktarheimum ivist eg ikki eina løtu í, at kommunurnar í restini av landinum eisini eru áhugaðar at frætta nærri um .
Eg fái meg ikki at trúgva, at hetta einans skal galda fyri Suðuroynna.
Við lagaliga landsstýristilboðnum liggur bólturin nú hjá kommununum í Suðuroynni, sigur Hans Pauli Strøm.
Kunnu vit í restini av landinum ikki eisini fáa ein sovorðan bólt?
Teir bóltar, Tórsjhavna kommuna hevur sent út í Tinganes, hava vit fingið sendandi aftur í høvdið.
Sami landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum heldur tað vera eina sjálvfylgju, at tað, sum vágbingar longu hava goldið til grundstykkið til miðnámsskúlan á Eiðinum, kann vera ein partur av fíggingini hjá Vágs kommunu til røktarheim.
Kann man tað? Er tað lógarheimild fyri slíkum býtishandli?
Tað ljóðar nevniliga so fantastiskt, at eg havi trupult við at taka orðini fyri fult, tí er tað nakar, sum er trekur við at gjalda sín part innan alt, sum hevur við eldraøkið í Føroyum at gera, er tað landsstýrið.
Sama landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av øllum eldraøkinum burturav og samstunds heldur so fast um, at eldraøkið ikki vil tað fyrib aslt í verðini ikki lata frá sær.
Eg heiti tí sum limur í Sosialu Nevnd í Tórshavnar kommun við hesum opna brævi á Tórshavnar kommunu um alt fyri eitt at taka upp samráðingar við landsstýrið, so eisini vit kunnu fáa okkara part av tilboð landsstýrisins um byggjan av røktarheimum við lagaligum gjaldstreytum eftir serliga fíggingarmynstri landsstýrismansins í almanna- og heilsumálum, Hans Paula Strøm.
Er tað nøkur kommuna, sum hevur tørv á røktarheimsplássum til sínar eldru borgarar sambært somu tørvskanning, sum henni, landsstýrismaðurin í greinini vísir á, er tað Tórshavnar kommuna.