Einanstandandi ummæli av Eivør

Fimm av seks stjørnum fær Eivør Pálsdóttir fyri fløguna Live, sum kom út í 2009. Danska tónleikaheimasíðan gaffa.dk hevur í dag kunngjørt ummæli av fløguni, sum kom á føroyska marknaðin fyri meiri enn einum ári síðani.

Og ummælarin heldur, at talan er um eina einastandandi útgávu. »Den færøske sangerinde Eivør Palsdóttir er et vokalt naturtalent ud over det sædvanlige. Og hendes nye album viser helt enkelt, hvor langt talentet rækker - live«, skrivar ummælarin millum annað.

 

Niðurstøðan hjá ummælaranum er stutt og greitt, at Live prógvar hvussu breitt og djúpt Eivør røkkur.

 

Les ummæli í síni fullu longd her