Einar vann á sær sjálvum

HAR SUM VILJI ER Tá ið 15 ára gamli Einar Poulsen úr Porkeri meldaði seg til dugnaskapsroynd í sigling, vóru tað mong, sum stúrdu, tí hann er orðblindur og fær bara lisið ein heilt einfaldan tekst. Men Einar hevur gjørt øllum til skammar

Har sum viljin er til staðar, ber alt til!
Tað hevur tann 15 ára gamli Einar Poulsen úr Porkeri prógvað fyri øllum somlum.
Tá ið hann í heyst meldaði seg til kvøldskúla at taka dugnaskapsroynd í sigling, vóru tað mong sum stúrdu.
Tað má eisini ásannast, at hann hevði umstøðurnar ímóti sær. Hann er nevniliga ógvuliga orðblindur og fær bara lisið heilt einfaldar tekstir.
Tað hevur ført til nógvar ósigrar í skúlanum og tað var uttan iva ein orsøk til, at yvirhøvur heldur ikki tímir at ganga í skúla – og ikki hevur tímað at ganga í skúla.
- So títt og knapt, hann er heimkomin úr skúlanum, tveitir hann taskuna frá sær, og hyggur ikki at henni aftur, tí hann hevði mist allan áhuga fyri skúlanum, sigur mamma hansara, Emily Midjord.

Nógv stúrdu
Tá ið hann so meldaði seg til at taka dugnaskapsroyndina, vóru tað nógv, sum stúrdu fyri, hvussu tað mundi fara at ganga, og um hann fór at klára at lesa tær bøkurnar, ið kravdust.
Men nú skeiðið er endað, hevur hann gjørt øllum teimum ivandi sálunum til skammar.
Hann hevur nevniliga staðið royndina og tað harafturat við einum framúr góðum úrsliti.
Hann fekk nevniliga trý 12 tøl, sum er hægsti karakterur yvirhøvur, og tvey 7 tøl, sum er yvir miðal.
- Eg fekk 12 í skipsteknikki, sjóreglum og í tólum, sum er at brúka radara, GPS o.s.fr., sigur Einar.
Sjeytølini fekk hann í teimum lærugreinunum, sum krevja meiri av lesiførleikanum, nevniliga rokning og korti.
Hann sigur, at lærarin dugdi serstakliga væl at undirvísa, tí hann gjørdi sær ómak at lesa alt upp og at greiða frá.
Men so hevur hann eisini fingið góðan stuðul heima.
Og tað vísti seg, at tað, hann hevði hoyrt, tað sat fast, so tað lá ræðið fyri til próvtøkurnar.
- Tað, sum hann ikki kundi fáa við ígjøgnum eyguni við at lesa, fekk hann við ígjøgnum oyruni og so sat tað, sigur lærarin, Tórgir Strøm.
Men so hevur Einar eisini sjálvur verið serstakliga nærlagdur, tí hann møtti upp til hvønn einasta tíma.

Sjógvurin dregur
At Einar hevur tikið dugnaskapsroynd í sigling, er kortini ikki heilt av tilvild.
Hann er vaksin upp í einum sjómannaheimi. Bæði pápin og hinir báðir eldru beiggjarnir hava valt sjógvin sum sítt yrki, og sjálvur hevur Einar heilt frá tí hann dugdi at ganga, havt eina brennandi áhuga fyri tí, sum hevði við sjógvin at gera.
Familjan hevði útróðrarbát, tá ið Einar var lítil og hann var ikki meiri enn fimm ár, tá ið hann gekk uppi í, tá ið vit egndu, minnist mamma hansara.
Hann hevur altíð havt ein brennandi hug til sjógvin og hóast hann enn er í skúlaaldri, er tað longu fleiri ár síðani, hann tók 400 nátungar ein dagin, saman við pápa sínum.
Fyri trimum árum síðani, í 2011, keypti familjan ein heldur størri útróðrarbát á 38 føtur, og har umborð hevur Einar næstan følt seg sum heima.
Einar, pápin og báðir beiggjarnir eiga hvør sín fjórðing í bátinum og Einar hevur sjálvur sett 100.000 krónur av sínum egnu pengum, í bátin.
Eitt sindur átti hann frammanundan, men restina hevur hann sjálvur forvunnið av útróðuri.
Hann sigur, at hann hevur brúkt hvørja fríløtu í skúlanum til at rógva út, og síðani hann var bara 12 ára gamal, hevur hann havt nógvar túrar á Føroya Banka og Skeiva Banka, saman við onkrum av beiggjunum og øðrum bátsfeløgum.
- Vit vóru burtur í nakrar dagar hvørja ferð, so tað var fínasta slag, sigur Einar.
Ein uppgáva, hann fekk nokk so skjótt, var at sigla bátin á fiskileið ímeðan hinir svóvu og tað var ein uppgáva, teir trygt kundu lata honum upp í hendurnar.
Hann hevur enntá roynt seg sum kokk á bátinum, tí hann VILDI sleppa við.
Um sumri 2012, vóru teir eisini á Bankanum, men tá vóru teir so óhepnir at báturin fekk maskinskaða, so alt summarið fór fyri skeytið.
Men í fjør rokaðust Einar og beiggi hansara aftur við útróðrinum og tað hilnaðist avbera væl.
Tað hálva árið frá mai til oktober avreiddu teir fyri 563.000 krónur, og tað var bara við snellu.

Velur sjógvin
Einar Poulsen hevur eisini longu tikið støðu til, hvat hann skal gera, tá ið hann verður stórur.
Og í so máta gongur hann í mangar mátar ímóti streyminum, tí tað eru ikki so øgiliga nógv 15 ára gomul, sum tráa eftir at gera sjógvin til sítt yrki.
Men tað hevur Einar langt síðani tikið støðu til.
Sjógvurin er hansara stóri áhugi. Hann tímir ikki yvirhøvur við seyði og fótbóltur sigur honum púra einki.
Hjá honum er tað bara sjólívið, sum hevur týdning og hann sigur, at tá ið fólkaskúlin er liðugur, ætlar hann sær til Klaksvíkar at ganga í Sjónám, tí har fær hann ein part av kravdu siglingartíðini góðskrivaða.
Men fyribils bíðar hann eftir summarferiuni so at hann aftur sleppur út at rógva við familjubátinum, sum annars er á Norðhavinum nú.
Men hann eisini fingið ein lítlan, skjóttgangandi bát frá pápanum og nú kann summarið ikki koma nóg skjótt, so at hann fær flotað hann …

Einar sat undir hvørjum orði

Áki Bertholdsen

- Einar hevði rættiliga góð evni at læra.
Tórgir Strøm í Porkeri hevur verið lærari í kvøldskúlanum, har Einar Poulsen nú fekk dugnaskapsprógv í sigling.
Hann er fegin, nú Einar hevur fingið prógvið, og at tað gekst honum so væl í próvtøkuni.
- Eg havi varhugan av, at mong ivaðust, tá ið hann meldaði seg til dugnaskapsroyndina tí hann er orðblindur. Men sum lærari sá eg rættiliga skjótt, at hann hevur rættiliga góð evni at læra.
Í munnligu lærugreinunum fekk hann toppkarakterir og í tí tí skrivliga gekk eisini heilt væl, hóast hann er lesiveikur.
Lærarin sigur, at í undirvísingini gjørdi hann nógv burtur úr at forklára og at tað var týðiligt, at Einar fylgdi hann ógvuliga væl við, og sat undir hvørjum orði.
Hann leggur afturat, at Einar hevur møtt til undirvísing hvønn einasta tíma í vetur.
Próvdómararnir báðir vóru av Vinnuháskúlnum í Havn.

Góðskriva siglingstíð
Á Sjónámi í Klaksvík siga tey, at dugnaskapsroyndin í sigling loyvir Einar at mynstra sum skipari, ella stýrimaður, við útróðrarbáti, ella skipi upp til 100 tons og út á 30 fjórðingar.
Skalt tú longur út, ella longur upp í stødd, skal undantaksloyvi fáast til tað frá Sjóvinnustýrinum.
Men fyrst skal hann hava vinnubræv og tað fær hann ikki, fyrrenn hann er fyltur 18 ár og harafturat skal hann hava siglingstíð í 12 mánaðir.
- Men hjá tí, sum tekur sjóvinnuskúla, verður ein stórur partur av siglingstíðini góðskrivað, tí tá er nóg mikið við siglingstíð í tríggjar mánaðir, siga tey á Sjónámi í Klaksvík.





Her er 15 ára gamli Einar umborð á Emily. Emily er familjuútróðrarbáturin hjá teimum og sum Einar sjálvur eigur 25% í. Her eru teir á Nevinum síðsta vetur, har teir drógu stóran upsa. Nevið er ein kneysi, 36 fjóringar suður úr Akraberg og har er vanliga bara stórur upsi at fáa, siga tey í Porkeri