Gunnar Dahl Olsen hevði undan kappingini sett nøsina uppeftir at endurtaka triðja plássið frá í fjør, men tað eydnaðist ikki honum í kappingini í ár. Samanlagt endaði Gunnar á einum fimta plássi, og tað var hann hampiliga væl nøgdur við.
- Fimta plássi samanlagt er á eini leið, men eg eri ikki nøgdur við avrikið í dag, segði Gunnar Dahl-Olsen við Sosialin sunnudagin eftir kappingina.
Gunnar greiddi eisini frá, at hann var væl nøgdur við kappingina sum eina heild, og hevði ta fatan, at útlendingarnir vóru væl nøgdir við kappingina í ár.
Spurdur um hvussu støðið í ár var í mun til undanfarin ár, segði Gunnar, at støðið var á leið tað sama sum í fjør. ? Eitt nú var tíðin í einkultstartinum í ár betri enn hon var í fjør, so eg vil ikki siga at støðið er lækkandi, legði Gunnar aftrat.