Einasta FM vónin í høvuðsstaðnum

Teistin kvinnur er einasta manningin í høvuðsstaðnum sum kann gerðast føroyameistari. Tær eru eitt stig aftanfyri Erlu Kongsdóttir

Teistin við kvinnum eru eftir vestanstevnu á øðrum plássi - bara eitt stig aftan fyri Erlu Kongsdóttir, sum er fremst. Erla Kongsdóttir hevur vunnið í Hvalvík og Runavík við tveimum sekundum, og í Vági vann Erla við næstan 4 sekundum. Teistin vann í Klaksvík og í Sørvági.

- Tað, at vit eru einasta manning í høvuðsstaðnum, sum hevur møguleika fyri FM sigri, hugsa vit ikki um. Vit hugsa um okkara egna róður og kenna einki trýst á okkum, sigur 23 ára gamla Anna Katrina Larsen, bátsforkvinna á Teistanum. Hon hevur róð í 6 ár, harav 4 við Teistanum, og hon var við, tá ið Teistin í fjør endaði á triðja plássi í FM kappingini.

- Hetta er sama manning sum í 2014, so vit kennast væl. Vit vita akkurát, hvar vit hava hvørja aðra, og hvørjar styrkir vit hava. Vit hava lagt okkum eftir at vera rættiliga “komplettar” í styrki og orku. Vit rógva tilvitað við seigari tempo, fyri at leggja dent á hvørt takið.

Leygardagin legði Teistin seg beinanvegin á odda, og tað eydnaðist at halda leiðsluna á mál. Munurin millum tveir teir fremstu bátarnar var ein bátslongd eins og í Klaksvík, tá ið Teistin eisini vann.

- Vit leggja okkum sum oftast á odda tíðliga í róðrinum. Men tá vit koma afturum vísir tað seg, at vit hava eitt sindur trupult við at koma afturíaftur, og tí gerst munurin ofta so stórur, tá vit koma á mál.

Í morgin er næstseinasti FM róðurin á skránni á fjarðastevnu í Vestmanna. Skal Teistin hava nakran møguleika at vinna FM heitið, krevst ein sigur.

- Vit eru øgiliga spentar og vilja gera alt fyri at vinna í morgin. Vit taka onki fyri givið, og vit vita, at tær á Erlu Kongsdóttir fara at gera alt fyri at vinna. Vit hava fyrireikað okkum væl alla vikuna og eru klárar.

FM róðurin á Fjarðastevnu byrjar klokkan 15.00 og klokkan 16.30 rógva 5-mannafør við kvinnum.
In.fo fylgir FM róðrinum.