Einasta ISO góðkenda bilasøla heldur góðskustøðið

Sp/f Ivan Johansen Bilar, sum var fyrsta bilasøla í Føroyum sum fekk DS/EN ISO 9001:2000 góðskuskipan, fekk týsdagin 7. September 2004, endurskoða sína skipan av Det Norske Veritas í Føroyum. Staðfestast kundi at einasta ISO góðskugóðkenda bilasøla í Føroyum framhaldandi heldur góðskustøði, og enntá hevur hækka góðskustøði.

Ásetingarnar í góðskuskipanini áseta m.a. at skipanin skal endurskoðast (endurcertifiserast) einaferð um árið - fyri at tryggja góðskustøðið - starvsfólkið og serliga viðskiftafólkið at gagni.

Ivan Johansen Bilar hevur, sum einasta bilasøla í Føroyum, seinasta árið arbeitt undir DS/EN ISO 9001:2000 góðskkuskipanini - og týsdagin 7. september var tíðin komin, at umboð fyri Det Norske Vertias (DNV) í Føroyum kom á gátt fyri at endurskoðaðu skipanina.

Eftir gjøgnumgongd av mekaniska verkstaðnum, bilasøluni, goymsluni og DINITROL rustviðgerðini kundi staðfestast, at Ivan Johansen Bilar heldur ásetingarnar og hevur enntá hækka góðskustøðið á summum økjum.

Skipanin fevnir um alla fyritøkuna frá starvsfólkapolitikkinum til kunda tænastustøðið.

Leiðslan og starvsfólk fegnast um góðskustøðið, og eingin ivi er um at hetta gagnar bæði starvsfólkatrivnaðinum og viðskiftafólkunum hjá Ivan Johansen Bilum.

Sum einasta ISO góðkenda bilasøla í landinum setur hetta krøv til Ivan Johansen Bilar, sum umboðar Citroén, Chrysler, Merceds Benz, Mitsubishi umframt DINITROL-rustviðgerð, og staðfestast kann at Ivan Johansen Bilar lýkur krøvini, sum eru ásett í DS/EN ISO 9001:2000 góðskuskipanini.