Einasta uppgerðin verður í Vági

Tað tykist sum um, at 1. deild í fótbólti í hesum umfarinum mest sum er kroyst burtur frá sínum vanliga dystardegi orsaka av øðrum fótbólti.

Bara ein dystur verður spældur í dag. Hann verður á Vágseiði, har HB fer at vitja. Hesi bæði liðini hava eina ferð fyrr í ár spælt. Úrslitið í Gundadali var 3-3, eftir at HB hevði verið á sigurskós. Á skrivaraborðinum varð VB/Sumba síðani dømt at vinna øll stigini við málmuninum 0-0. Orsøkin var tann, at HB hevði nýtt spælara, sum ikki hevði loyvi at spæla.

NSÍ og EB/Streymur spældu í gjárkvøldið. Hinir tríggir dystirnir verða allir spældir í morgin.

 

Støðan

VB/Sumba 27 stig

07 Vestur og AB 22 stig

TB 20 stig

KÍ 13 stig

HB 12 stig

Víkingur 11 stig

EB/Streymur 9 stig

NSÍ 8 stig

B68 6 stig

VB/Sumba, 07 Vestur, AB, KÍ og B68 hava spælt 10 dystir. TB, HB og NSÍ hava spælt 11 dystir, EB/Streymur 12 dystir og Víkingur 9 dystir.

 

NSÍ-EB/Streymur 5-0 (5-0)

VB/Sumba-HB: Páll Augustinussen, leygardagin kl. 15.45

Víkingur-KÍ: Høgni Hansen, sunnudagin kl. 15.00

07 Vestur-B68: Georg Rasmusen, sunnudagin kl. 15.00

TB-AB: Dagfinn Olsen, sunnudagin kl. 15.00