Svínoy: Ongar prangandi valplakatir eru at síggja í bygdini í sambandi við fólkaatkvøðuna seinnapartin. Eingin áheitan um at atkvøða fyri ella ímóti samanleggingini.
Friður valdar millum húsini og fólk lata ikki stórvegis við seg koma, hóast valhølið fer at lata upp um eina lítla løtu: Ein rokast innanveggja hóast góðveður er. Ein annar er í hoyna. Nakrir mans hjá Landsverki eru at komnir at hyggja eftir einum vegastrekki, sum skal gerast og einasti handilin í bygdini er eisini opin.
Hetta hendir, hóast henda atkvøðugreiðslan fer at hava stóran týdning fyri framtíðina hjá hesi lítlu kommununi í Norðoyggjum.
Bygdarfólkið man longu hava gjørt sær sínar hugsanir um hetta, men tað er ikki alt sum ein skal tosa so hart um ella fortelja einum og hvørjum.
Atkvøðugreiðslan er jú loynilig. Lítil ivi man kortini vera um, at nú ið samanhaldið skal standa sína roynd, duga fólk helst at síggja, hvat rættast er at gera.
Tað kann vera, at hjartað sigur eitt, men at heilin sigur nakað annað. Tað eru jú altíð kenslur og lokalpolitikkur við í slíkum máli.
- Eg vænti, at tað verður ein greiður meiriluti fyri samanleggingini, sigur Regin í samrøðu við Sosialin.
Megna einki einsamøll
Fyri Regin hevur eingin ivi verið um, hvat rættast er at gera viðvíkjandi framtíðini hjá heimbygd hansara.
Samstarvsavtala er longu gjørd við ta størru kommununa í Klaksvík, og eftir henni verða tær báðar lagdar saman eftir komandi kommunuval.
Fyri mong fólk í Svínoy - íroknað Regin sjálvan - er hetta samstarvið helst einasti rætti vegurin at ganga.
Tað var tí rættiliga einfalt hjá honum at skula seta krossin í tann ávísa puntin á atkvøðuseðlinum, tá valhølið fóru at lata upp.
- Tað er í veruleikanum einki val hjá okkum her úti. Vit eru so fá í tali, at vit megna einki einsamøll.
- So eg fari avgjørt at atkvøða ja, sigur Regin, sum hevur Strandferðsluna og IRF um hendi í bygdini.
Samanlegging er best
Regin hevur áður havt við kommunalið at gera, men situr ikki í verandi bygdarráði. Hann hevur tí heldur ikki verið við í arbeiðinum at gera avtaluna við Klaksvík.
Men hann dugir væl at síggja, at hetta verður til stóran fyrimun fyri Svínoy, - ikki minst nú, ið alt størri og størri uppgávur eru og verða lagdar út til kommunurnar at umsita.
- Her hjá okkum er øðrvísi. Her er so lítið fólk eftir, og her er heldur ikki fólk til nakra umsiting.
- Allar umstøður tala tí fyri, at ein samanlegging verður betri fyri okkum, slær hann fast.
Og Regin heldur fram:
- Vit er so fá fólk her úti, bert eini 8 til 10 fólk um veturin. Við so fáum fólkum, er ikki lætt at skapa nakran trivnað.
- Tá eingi børn eru heldur, verður tað eyka tungt hjá teimum sum eru her, sigur Regin.
Øðrvísi í 1987
Tá talan hevur verið um samanlegging av øðrum kommunum hevur tann fíggjarligi karmurin hjá teirri einstøku kommununi verði havdur á lofti.
Summar kommunur hava ikki havt nakra skuld og hava haraftrat átt pening á bók, og hava tí ikki verið so sinnaðar at leggja saman við aðrari kommunu soleiðis beinanvegin.
Hóast Svínoyar kommuna er lítil, stendur ikki so illa til fíggjarliga her: Kommunuskuldin er at kalla eingin.
Hetta kann kortini ikki vika tann veruleika, at stór krøv verða sett teimum føroysku kommununum. Spurningurin er um ein slík kommuna við einans 44 íbúgvum megnar at liva upp til hesi ynski og krøv.
- Var tað fyri eini 20 árum síðani, hevði so mangt verið øðrvísi. Í dag hava vit einki val, tí mugu vit bara siga ja til samanleggingina, sigur Regin.
Eitt greitt JA til samanlegging
Ein stórur meiriluti av svínoyingum eru fyri samanlegging við Klaksvík.
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í dag vísti greitt tað sum mong helst mundu vænta: Eitt greitt ja.
Fólkaatkvøðan var millum klokkan 13 og 16, og tá upptalt varð, beint eftir at valhølið lat aftur, høvdu 27 fólk greitt atkvøðu. Av hesum vóru heili 24 fyri eini samanlegging.
Úrslitið vísti eisini, at tvær atkvøður vóru ímóti samanleggingini og ein atkvøða var blonk.
Íalt høvdu 44 fólk valrætt til fólkaatkvøðuna.