Einfalt hjá ÍF

Flogbóltur - Munurin á liðunum var so mikið stórur, at ÍF kundi loyva sær at lata allar sleppa at spæla, uttan at dysturin fór at ridla fyri tað

Tað var bókstaviliga toppur og botnur, sum hittust í Trongis­vági leygardagin, tá TB tók ímóti ÍF. TB, sum spælir sítt fyrsta kappingarár í Eik-lig­uni, eigur enn fyrsta stigið til góðar, men fekk eitt sett fyri viku síðani ímóti Mjølnir. ÍF er hinvegin oddalið í bestu mans­deildini, so fortreytirnar hjá lið­unum vóru ymiskar.
Fyrstu løtuna av fyrsta setti fylgdi TB við, men miðskeiðis í settinum fór ÍF avstað. Fleiri, ið kanska ikki hava spælt so nógv í hinum dystunum hjá ÍF, sluppu at royna seg frá byrjan, og hinvegin var eitt nú Rúni Weihe ikki inni í fyrsta settinum.
Tey bæði seinnu settini broyttist dysturin ikki stór­vegis, men heldur gjørdist upp­aftur greiðari, at munur altso er á toppi og botni. ÍF stýrdi spælinum frá byrjan til enda og vann, sum væntað, eisini ein greiðan 3-0 sigur.