Danski matvørumálaráðharrin, Mette Gjerskov, váttaði í opnum samráði í Evropanevndini í Fólkatinginum fyrrapartin, at ES ikki metir seg hava heimild at seta í verk revsitiltøk móti Íslandi og Føroyum.
ES hevur ásannað, at grundarlag er ikki fyri at leggja onnur undir ovurfisking av makreli, tá ein sjálvur ásetir sær 90 prosent av tí kvotu, sum ICES mælir til at fiska.
Í samráðnum kom eisini fram, at høvdu ES og Norra ásett sær umleið 84 prosent av samlaðu makrelkvotuni, so hevði grundarlag verið fyri at seta revsitiltøk í verk.
Samráðið í Evropanevndini hjá Fólkatinginum fyrrapartin sæst her: