Á bókadegnum í fjør kunngjørdu bókhandlararnir eina skaldsøgukapping, tí teir vóru samdir um, at ov lítið kemur út av samtíðarskaldskapi.
Enn er einki handrit komið inn, men Bókhandlarafelagið hevur fingið fyrispurningar um treytir og annað í sambandi við kappingina.
Treytirnar eru, at tað skal vera ein samtíðarskaldsøga á føroyskum, sum í høvuðsheitum fer fram í føroyska samfelagnum. Hon kann fara aftur í tíð, um tað er av týdningi fyri skaldsøguna. Søgan skal vera í minsta lagi 150 síður à 2.000 eindir við millumrúmi.
Seinasta freist er sjálvan valdagin, týsdagin 1. septembur
Føroysku bókhandlarnir eru H. N. Jacobsens bókhandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn.
Í dómsnevndini eru umboð fyri Bókhandlarafelagið, umboð fyri Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetrinum, umboð fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, umboð fyri LISA, Listasamband Føroya, og umboð fyri almenna lesaran.