Eingi krøv sett til jarðarfyrisitingina

Jarðarfyrisitingin hevur líka til 1995 verið politiskt sett, tað vil siga at krøvini til Jarðarráðið einamest hava snúð seg um at hava eina breiða politiska umboðan í ráðnum, og ikki at hava professionella fyrisiting av landsjørðini, sigur landbúnaðarmálaráðharrin Finnbogi Arge

Ólavur í Beiti


? Tørvur tykist vera á at útbyggja amboðini í verandi lóggávu, tað vil siga at fáa til vega greiðar reglur og mannagongdir fyri fremjing av lógarinnar ásetingum. Hetta tí at nógv bendir á, at soleiðis sum lógin higartil hevur verið umsitin, hevur ov lítil dentur verið lagdur á at brúka tey amboð, sum eru tøk í galdandi lóggávu ? her verður serliga hugsað um, at tað ikki hevur fingið avleiðingar, tá t.d. jørðin er fallin í órøkt.

? Vantandi handhevjanin av lógarinnar ásetingum kann partvíst tilskrivast, at eingin politikkur hevur verið fyri landbúnaðin, og eisini at eingi krøv hava verið sett til jarðarfyrisitingina. Jarðarfyrisitingin hevur líka til 1995 verið politiskt sett, tað vil siga at krøvini til Jarðarráðið einamest hava snúð seg um at hava eina breiða politiska umboðan í ráðnum, og ikki at hava professionella fyrisiting av landsjørðini.

? Staðfest er, at ov lítil dentur hevur verið lagdur á at menna landbúnaðin. Skuldarbyrðan hjá festibóndum er eitt tekin um, at endamálið við landsjørðini ikki er rokkið. Ov stórar íløgur eru gjørdar í fjós, neyt v. m, sigur Finnbogi Arge í nýggja tilmælinum, tá ið hann umrøður karmar.


Skuldin 98 mió. kr

Og upplýst verður, at skuldin til Jarðargrunnin var pr. 31. des. 1999 156 mió. kr., harav fallin gjøld pr. 1. des. 1999 vóru 20 mió. kr. Av teirri samlaðu skuldini til Jarðargrunnin eru 38 mió. kr. ella 24% lán hjá ognarmonnum ella privatum fyritøkum (MBM o.ø.), restin er lán til festarar og felagshagar, sum eisini kunnu vera ognarhagar. Samlaða skuldin hjá festibóndum til Jarðargrunnin er d.d. góðar 98 mió. kr. Nógv størsta útlánið er til fjós, har restskuldin pr. 31. des. 1999 var 86 mió. kr. Restskuldin av seyðahúslánum var 4.8 mió. kr. og av maskinlánum 4.7 mió. kr.

? Samanbera vit landbúnaðin og alivinnuna, er stórur munur á framleiðsluvirðinum og virðisøkingini hjá hesum vinnum. Men í nærum øllum øðrum viðurskiftum hava hesar vinnur felags eyðkenni. Grundarlagið hjá hesum vinnum er jørðin og firðirnir, sum er at meta sum »ogn« hjá tí almenna.

? Landbúnaðarvinnan hevur í dag nakrar av teimum somu trupulleikunum at dragast við, sum alivinnan hevði miðskeiðis í 80-unum, tá kapitalgrundarlagið hjá vinnuni var ov veikt, og talið av virkjum - vegna húsagang - minkaði munandi.


Festini smá

og kapitalveik

? Einstøku festini eru í fleiri førum smá og kapitalveik. Ov lítið er gjørt burtur úr at gagnnýta royndir úr øðrum londum, og lítið og einki granskingarvirksemi er farið fram í landbúnaðarvinnuni. Støða verður ikki her tikin til, um 399 festir er ov nógv ella ikki; men tað er ein sannroynd, at fleiri festarar hava ikki megnað at hildið skyldur sínar, hvørki tá talan er um gagnnýtslu, røkt av jørðini ella skyldurnar mótvegis Jarðargrunninum.

? Skuldarbyrðan hjá festibóndum er at meta sum ein tann størsti trupulleikin hjá vinnuni, og samstundis ein verulig forðing fyri at náa setta endamálinum við landsjørðini, nevniliga, at tað fyrisitingarliga skulu skapast møguleikar fyri at menna framleiðsluna av landsjørðini.

? Tí metir Vinnumálastýrið tað vera av átrokandi týdningi at fáa greitt henda part, t.v.s. skuldina til Jarðargrunnin, skjótast til ber og samstundis fáa trygd fyri, at støðan ikki endurtekur seg. Vinnumálastýrið hevur tí í samráð við nýggja Jarðarráðið gjørt uppskot um reglur fyri, hvussu eftirgeving av skuld til Jarðargrunnin kann fara fram, sigur Finnbogi Arge.


Saneringsavtala

Og uppskotið er m.a., at gjaldsorkan verður ásett fyri hvønn garðin sær, og út frá mettu/ásettu gjaldsorkuni, verður skuldarbyrðan ásett, og skuldin til Jarðargrunnin, sum er omanfyri ásettu gjaldsorkuni, verður avskrivað. Festari, hvørs skuldarbyrða til Jarðargrunnin verður avskrivað, skal lata Jarðarráðnum allar upplýsingar, sum Jarðarráðið metir vera neyðugar fyri málsviðgerðina. Hann skal upplýsa, hvørt hann eigur fasta ogn og um henda ogn er veðsett, hvørt hann eigur innistandandi pening, virðisbrøv ella onnur virði, hvørt hann hevur leysaskuld, eisini um hon ikki hevur samband við garðsraksturin. Jarðarráðið kann treyta sær, at privata skuldin eisini verður um- ella niðurskrivað.

Verður talan um saneringsavtalu, sum festarin undirskrivar, eigur at verða ásett, at um hann ikki heldur saneringsavtaluna, missir hann festið, og hevur tá eingi endurgjaldskrøv mótvegis komandi festara ella Jarðarráðnum.