Ein 36 ára gamal dani er ikki sæddur, síðani hann sunnunáttina hvarv úr einum jólaborðhaldi Løgreglan er nú farin út at leita við bæði hundum og tyrlu eftir 36 ára gamla dananum, sum hvarv sunnunáttina eftir eitt jólaborðhald í Sønder Nissum høllini. Út á náttina hevði maðurin fingið nóg mikið av veitsluni og gjørdi av at fara. Hann fór til gongu og lat bæði pengar, telefon, yvirklæðir og konuna vera eftir í veitsluhølunum. Maðurin er ikki sæddur síðani. Løgreglan hevur sett eina tyrlu og 6-8 hundaførarar inn í leitiarbeiðið, og teir halda á at leita, sigur vakthavandi hjá mið ?og vestjyllands politi.
- Vit skulu nokk finna hann, men spurningurin er hvørjum standi maðurin verður í. Tað er jú ikki snilt at ganga úti í berari skjúrtu og tunnum buksum í kuldanum, sum í hesum døgum er í Danmark. So um hann ikki liggur og svevur hjá onkrum vinfólki, sær tað ikki serliga gott út, segði vakthavandi Lars Even tíðliga í morgun við Bt.dk.