Føroya Váðaráð varnast, at fyrrverandi lutfalsliga høgi útlánsvøksturin í føroyska bankageiranum er minkaður. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum er lækkaður støðugt síðani ársskiftið og var 5,5% í juli 2024. Útlánsvøksturin stavar framvegis frá útlánum til almenn feløg og kommunur, men útlánsvøksturin til privatu vinnuna er vorðin negativur og togar niður í samlaða útlánsvøksturin. Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum var í mars 2024 á sínum lægsta stigi í 10 ár, men er síðani økt munandi, ið Føroya Váðaráð heldur verða jaligt. Búskaparligu lyklatølini benda á, at føroyski búskapurin framvegis er í framgongd. Arbeiðsloysið er lágt, stavsfólkatalið høgt og lønargjaldingarnar veksandi. Harumframt er avlopið á handilsjavnanum stórt og bjartskygnið hjá húsarhaldunum er økt. Føroysku húsarhaldini tykjast at hava verið nóg væl fyri fíggjarliga til at kunna møta stóru prís- og rentuhækkingunum, ið hava verið seinastu tvey árini.
Ávísarnir vísa framvegis, at tað er framgongd í føroyska búskapinum. Metti vøksturin í BTÚ í leypandi prísum á 4,7% í 2024 og 3,3% í 2025 bendir ikki á ein høgan realan búskaparvøkstur sæð í mun til at inflatiónin er 3% (2. ársfj. 2024), men lyklatølini benda kortini á ein sterkan búskap. Arbeiðsmarknaðurn er framvegis trýstur; arbeiðsloysið er sera lágt (1,1% í juli 2024), starvsfólkatalið høgt og lønargjaldingarnar veksandi, og harumframt er avlopið á handilsjavnanum stórt.
Higartil tykjast húsarhaldini at hava verið nóg væl fyri fíggjarliga til at kunna standa ímóti stóru prís- og rentuhækkingunum, sum hava verið tvey tey seinastu árini. Inflatiónin er lækkað og húsarhaldini eru bjartskygd eftir at hava fingið lønarhækkingar og skattalætta. Harumframt hava húsarhaldini útlit til bæði lækkandi inflatión og rentur, og tað stuðlar uppundir nýtsluna komandi tíðina. Húsarhald, ið hava eina skuld omanfyri 2 mió. kr. og samstundis skylda meir enn 3 ferðir inntøkuna, eru økt frá 4% av samlaðu húsarhaldunum í 2022 til 5% í 2023. Sostatt hava nógv tey flestu húsarhaldini framvegis eitt lágt skuldarlutfall.
Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum var 5,5% í juli 2024, roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal. Útlánsvøksturin er minkaður støðugt síðani árslok 2023, tá ið hann var á sínum hægsta stigi í 10 ár. Útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum stavar framvegis frá útlánum til almenn feløg og kommunur, og síðani til húsarhald. Útlánsvøksturin til privatu vinnuna hevur hinvegin verið minkandi seinasta árið, og var negativur í juli 2024. Útlánini til privatu vinnuna eru til dømis minkaði í vinnugreinunum bygging og vøruframleiðsla. Negativi útlánsvøksturin til privatu vinnuna togar sostatt niður í samlaða útlánsvøksturin hjá føroysku bankunum.
Eftirspurningurin hjá føroysku húsarhaldunum eftir donskum realkredittlánum er framvegis lágur; útlánsvøksturin hjá realkredittstovnunum er enn negativur, og togar tí niður í útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnum tilsamans, ið var 4,2% í juli 2024.
Útlánini til kommunur og almenn feløg hava verið veksandi í fleiri ár á rað. Útlánsvøksturin er serliga høgur til almennu feløgini í løtuni, men skuldin hjá almennu feløgunum í føroysku bankunum er bert áleið ein triðingur til støddar samanborið við skuldini hjá kommununum. Kommunurnar hava økt um lántøkuna við 300 mió. kr. síðani mai 2023. Tórshavnar- og Klaksvíkar kommuna høvdu í juni 2024 eina skuld á umleið 400 mió. kr. í part, og skuldin hjá Runavíkar kommunu nærkast 200 mió. kr. Skuldin hjá hesum trimum kommununum er 1 mia. kr. tilsamans burturav teimum 1,7 mia. kr., sum kommunurnar tilsamans skylda í føroysku bankunum. Kommunurnar hava millum annað fingið fígging til at byggja havnir og betra um undirstøðukervið (vegir), ímeðan fígging er veitt til almenn feløg, ið virka innan bústaðarbygging, samskifti, flutning og elframleiðslu.
Vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum hevur verið veksandi seinastu 4 mánaðirnar; í mars 2024 var innlánsvøksturin -0,4%, meðan hann var 2,7% í juli 2024. Tað eru húsarhaldini og privata vinnan, sum eru orsøk til veksandi innlánini í føroysku bankunum. Innlán við longri uppsagnartíð eru økt, og tað kemur helst av hækkaðu innlánsrentuni. Innlánsyvirskotið í føroysku bankunum íroknað grønlendsku deildina hjá Føroya Banka var 1,3 mia. kr. í juli 2024, og tað er ein stór øking frá teimum 239 mió. kr., sum bankarnir høvdu í innlánsyvirskoti í mars 2024, tá ið innlánsyvirskotið var á sínum lægsta stigi í 10 ár.
Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men varnast høga útlánsvøksturin til kommunurnar og almennu feløgini, ið er ein óbeinleiðis eksponering hjá landskassanum. Føroya Váðaráð eygleiðir framvegis viðurskifti, ið hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í Føroyum.
Onnur evni
Útlánskanning. Í útlánskanningini frá øðrum ársfjórðingi 2024 svara bankarnir, at fíggjarliga støðan hjá privat- og vinnukundum hevur fingið eitt lítið afturstig avverkfallinum, sum var í mai og juni. Bankarnir meta samstundis, at fíggjarliga støðan hjá bæði privat- og vinnukundunum fer at batna í triðja ársfjórðingi 2024 orsakað av rentulækkingum. Bankarnir boða framvegis ikki frá fleiri trotum ella fyrispurningum um skáar á lánum frá sínum privatkundum.
Tap og avsetingar. Føroya Váðaráð hevur fingið hagtøl frá Fíggjareftirlitinum um tap og avsetingar hjá føroysku bankunum. Avsetingarnar hjá bankunum vóru við árslok 2023 2% av útlánunum hjá bankunum, meðan tapini vóru 0,1%. Higartil í 2024 (fyrra hálvári), hava bankarnir framvegis avsetingar fyri 2% av útlánunum, meðan tapini eru niðanfyri 0,1% av samlaðu útlánunum hjá bankunum.
Niðurstøða hjá Fíggjareftirlitinum
Í november 2023 almannakunngjørdi Fíggjareftirlitið eitt upprit við tí niðurstøðu, at bankar og realkredittstovnar, ið læna út í Føroyum og Grønlandi, ikki longur kunnu áseta lægri váðavekt á útlán til bústaðir og vinnubygningar. Grundgevingin var, at Fíggjareftirlitið ikki kundi skjalprógva, at tað ikki finst ein vælvirkandi, framkomin sethúsamarknaður í Føroyum og Grønlandi. Fíggjareftirlitið er eftirfylgjandi komin til ta niðurstøðu (2. September 2024), at Fíggjareftirlitið kann skjalprógva, at tað finst ein vælvirkandi og framkomin sethúsa-marknaður fyri bústaðir, ið vera nýttir árið runt, uttan mun til um bústaðurin verður nýttur av eigaranum sjálvum ella leigaður út, men ikki fyri onnur sløg av bústøðum ella vinnu-bygningum í Føroyum og Grønlandi. Tað merkir í roynd og veru, at bankarnir skulu leggja meira kapitali til síðis enn áður, tá ið teir læna út til eitt nú íbúðarblokkar, ið verða nýttir til at leiga út.