Konservativi flokkurin og liberaldemokratarnir í Bretlandi fáa ikki tíð til at semjast um eina møguliga stjórnaravtalu fyrr enn í fyrsta lagi mánadagin. Tað sigur ein talsmaður fyri tann konservativa flokkin.
Í gjárkvøldið samráddust teir báðir formenninir, David Cameron og Nick Clegg, um møguleikarnar fyrio at skipa samgongustjórn.
Nick Clegg skal nú tosa við ta nýggju tingmanningina hjá flokkinum fyri at vita, um flokkurin kann gera avtalu við tann konservativa flokkin um samstarv.