Eingin bátur er hjá grindini

Tað vóru fólk á landi, ið bóru eyga við grindina í Vágafirði, ið bleiv funnin út fyri Syðradal í morgun. Tað upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður, ið eisini veit at siga, at eingin bátur er hjá grindini í løtuni.


- Talan er um eina stóra grind, men enn er eingin avgerð tikin um hvar hon verður hildin til, tí í løtuni er eingin bátur hjá grindini. Vit hava sent boð gjøgnum útkallingarskipanina og taka síðan støðu til hvat verður gjørt, tá bátar koma til hana, sigur sýslumaðurin.


In.fo fylgir málinum.