Sirið Stenberg hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um ansingarløn, men svarið var eitt vónbrot.
Tíverri var svarið eitt stórt vónbrot.
Tað sigur Sirið Stenberg.
Landsstýriskvinnan hevur ongar ætlanir um at broyta kunngerðina, so ansingarsamsyning fæst fyri at ansa fólki millum 18 og 67 ár.
Upplyst varð at ansingarsamsyningin fór frá 1 jan 2015 at vera ein kommunal uppgáva, tá ið eldraøkið verður lagt út til kommunurnar ar umsita.
Í eldralógini stendur annars um ansingarsamsyningina, at tað er ein tænasta, sum kommunurnar kunnu veita, ikki skulu veita. Hetta merkir at tað verður upp til einstøku kommunurnar at gera av um ansingarsamsyningin skal latast.
Tískil kann roknast við at nakrir borgarir fara at fáa henda rætt - aðrir ikki.