Eingin fær finningarlønina

Hóast USA hevði lovað at rinda stóra finningarløn, um onkur kundi avdúka, hvar Osama bin Laden fjaldi seg, verður eingin finningarløn latin, nú hann er beindur av vegnum. Aftan á yvirgangin tann 11. september í 2001 lovaði USA 25 milliónir dollarar í finningarløn, men í 2004 tvífaldaði Kongressin talið til 50 milliónir dollarar.

Men sambært amerikonsku myndugleikunum verður eingin finningarløn latin.

-Mær kunnugt var tað ikki nakar, sum segði okkum, at Osama bin Laden var í Green Avenue 5703 í Abbottabad, sigur Jay Carney, sum er ein av talsmonnunum hjá Hvítu Húsunum.

Eitt uppskot er, at finningarlønin verður latin avvarandi hjá teimum, sum doyðu 11. september í 2001.