Eingin fær nakað í Klaksvík

Heldur ikki VB megnaði at fáa stig við sær úr Klaksvík, har Stjørnan ikki hevur mist stig í tvey kappingarár

Hondbóltur

 

Stjørnan gav ongar gávur, tá VB sunnudagin royndi at betra um sínar møguleikar at røkka FM-finaluni annað árið á rað.

Eftir tapið hjá VB móti Neistanum fyri viku síðani er trýstið á VB vorðið munandi størri, og tí skuldu tær helst hava stig við sær, tá tær fóru undir truplastu hugsandi uppgávuna. Nevnliga móti Stjørnuni í Klaksvík.

VB er kanska tað liðið, sum hevur havt besta takið á Stjørnuni seinnu árini, men tað hevur verið á heimavølli, at bestu úrslitini eru komin. Á útivølli hevur ikki gingist eins væl, men sunnudagin hekk VB tó leingi heilt væl í oddaliðnum.

Munurin fyri steðgin var lítil og eingin, og tó at Stjørnan eftir steðgin var á odda alla tíðina, so helt spenningurin sær, til bert 10 minuttir restaðu. Tá prógvaði heimaliðið enn einaferð, at tær eru tað liðið í landinum, sum hevur størstu orkuna, og við at halda speedaranum niðri, runnutær reyðu gestirnar umkoll.

 

Fakta um dystin

Stjørnan-VB 25-21 (11-10)

10 min: 4-2

20 min: 6-6

40 min: 17-14

50 min: 20-17

Málskjúttar

Stjørnan: Simona Petersen 8(2), Durita Christophersen 6, Joan Midjord Djordjevic 4, Bára Skaale Klakstein 3, Anna Kristina Samson 3, Durita Mikkelsen 1

VB: Daiva Toumaite 12(3), Svava Vestergaard 4, Monika Samuelsen 2, Una Egilsdóttir 1, Laila Jespersen 1, Christina Holm 1

Brotskæst: Stjørnan 2, VB 2

Útvísingar: Stjørnan 1

Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg.

 

Mynd: Stjørnan-VB

savnsmynd