Tað er lítil og eingin fiskiveiða undir Føroyum í løtuni, nú veðrið seinastu dagarnar hevur verið so ólagaligt.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at øll línuskipini liggja, og tey fara ikki út aftur, fyrr enn veðrið batnar.
Síðan fyri jól hevur heldur eingin nevniverdur útróður verið, og ivasamt er, um nakar útróður verður í næstu viku heldur.
Streymurin harðnar út á vikuna, sum kemur, og veðurforsagnirnar eru einki serligar.
- Allir djúpvatnstrolararnir liggja, og sama er við partrolarunum og teimum smáu trolbátunum.
Men, skipini fara út aftur, tá veðrið batnar.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Væntandi koma garnaskipini inn at landa síðst í næstu viku.