Eingin føroyskur skipari so góður sum okkara

– Eg ivist stórliga í, um nakað føroyskt sjófólk kann koma upp á sama støði, sum okkara skipari á Columbusi, sigur Paul Watson

– Eg ivist stórliga í, um nakað føroyskt sjófólk kann koma upp á sama støði, sum okkara skipari á Columbusi, sigur Paul Watson 

 

Tað er ikki nógv, sum Sea Shepherdfólkini í Føroyum hava at skriva heim um. ferskastu tíðindini frá teimum higartil er um fiskimásan, sum tey royndu at bjarga, eftir at bilur helst hevði koyrt á hann. Másin doyði tó, siga tey.

 

Men Paul Watson roynir at halda grýtuni á kóki. Hann vil vera við, at navigatørarnir, hann hevur sent til Føroya, eru av teimuum allar bestu.

 

– Eg mátti flenna, tá eg sá eina kykmynd, har ein føroysku tannáringur segði hvussu óprofessiónellur og amatørsligur skiparin á Columbusi var. Hann helt fyri so sarkastiskt og spurdu, um hetta var tað besta, sum Sea Shepherd kundi gera? Mítt svar er sjálvandi, at Sea Shepherd ikki kundi fingið betri skipara enn Jean Yves Terlain, og eg ivist stórliga í, um nakar sjómaður í Føroyum er á sama støði, sum Jean Yves, skrivar Paul Watson.

 

Sambært sjálvútnevnda hirðanum, so eru í løtuni 42 sjálvboðin fólk frá Sea Shepherd á landi og 18 til sjós – ella tilsamans 60 fólk í Føroyum. Hann sigur, at tey verða um 500 tilsamans alt tíðarskeiðið.