Í gjár var sjøtul settur á 80. landskappingina í fótbólti. Tríggir dystir vóru, og í øllum førum fóru gestirnir til hús við fullari úrtøku.
At einki av heimaliðunum vann var ikki so óvæntað. Tað vóru tey trý, sum í fjør endaðu á heiðursmerkjaplássunum, sum vóru á útivølli, og báðir uppflytararnir vóru á heimavølli.
Í dag klokkan 15 vera tveir teir síðstu dystirnir í fyrsta umfari.
EB/Streymur – NSÍ: Bjarki Danielsen
B36 – B68: Petur Reinert
Hann verður útsynningur, og lotið verður frískt – umleið 11 metrar um sekundið. Tað vera 6 – 7 hitastig, og tað verður eitt sindur av regni.