Eingin ivi um heimildir hjá Karsteni

? Endamálið við lógini er, at landsstýrismaðurin skal stýra og samskipa landsins lønar- og fíggjarpolitikk, og hann má hava tey neyðugu amboðini til tess, sigur aðalstjórin í Løgmálaráðnum til málið um sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið, sum Karsten Hansen ikki vil góðkenna

Aðalstjórin í løgmálaráðnum ivast ikki í, at Karsten Hansen hevur sín fulla rætt til at havna sáttmálan, sum SEV og Maskinmeistarafelagið samráddu seg fram til.
? Landsstýrismaðurin skal góðkenna allar slíkar sáttmálar, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Løgmálaráðnum. Hann vísir til viðmerkingarnar til lógina.
Jákup Danielsen, fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum, sáar í Dimmalætting iva um heimildina hjá Karsteni Hansen at havna einum slíkum sáttmála. Men hesum vísir Rúni Joensen staðiliga aftur.
Jákup Danielsen førir fram, at landsstýrismaðurin ikki skal leggja seg úti í lønarhækkingar ella -lækkingar, tí hetta er ikki ein áseting í einum sáttmála.
Rúni Joensen vísir hinvegin á, at í viðmerkingunum til nýggju kommunustýrislógina kemur fram, at landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar sáttmálar sum heild og ikki bara ásetingar og aðrar smálutir.
? Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti góðkennast av landsstýrismanninum, stendur í viðmerkingunum til § 5 stk. 5

Fíggjarpolitisk amboð
Rúni Joensen vísir á, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum skal stýra og samskipa landsins lønarpolitikk, og henda greinin í lógini er eitt av amboðunum, sum hann hevur fingið til at fremja júst hetta. Fíggjarmálaráðharrin varar av øllum slíkum sáttmálum, sum kommunur og kommunalir felagsskapir gera.
Hann slær fast, at hjá teimum er eingin ivi um heimildina hjá landsstýrismanninum, men hinvegin er áhugavert at kanna, hvussu henda støðan er íkomin. Mannagongdirnar viðvíkjandi góðkenning av sáttmálum er møguliga ikki so greið, sum tær kundu verið.
? Trupulleikin í hesum førinum er, at hetta var tann fyrsti sáttmálin, sum bleiv undirskrivaður í ár, og tí elvir hann til trupulleikar, sigur Rúni Joensen.
Hann heldur, at SEV skuldi havt kanna lógina betur, tí hóast talan er um eina nýggja kommunustýrislóg, sum er útgangsstøði tað sama sum í gomlu lógini, tá landsstýrismaðurin eisini skuldi góðkenna slíkar sáttmálar.


Fakta:
Kommunustýrislógin:
§ 5, stk. 5. Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

Viðmerkingar:
Til stk. 5. Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti góðkennast av landsstýrismanninum. Viðvíkjandi flokkingum og stigum verður serliga hugsað um hægri størv.