2. deild
FS Vágar stevnir við beinari kós móti 1. deild, eftir at felagsliðið flutti niður í fjør. Liðið hevur verið sannførandi í teimum flestu dystunum, og leygardagin var tað B36, ið stóð fyri skotum.
Útiliðið fekk als ikki umrøtt seg, tí FS Vágar legði út sum eitt óløgið. Longu eftir tíggju minuttir var støðan 3-0, og dysturin at kalla avgjørdur. Heimaliðið fekk tvey mál afturat seinni í fyrra hálvleiki og førdi heili 5-0 við steðgin.
Fyrsta málið fekk fyrrverandi B36-spælarin Bjarni Prior. Tað var Kim Poulsen, sum breyt ígjøgnum í høgru síðu, og hann sendi flatt innfyri til Bjarna, sum bara skuldi seta fótin á bóltin.
Í næsta álopinum skorar Jákup Joensen. Verjuleikararnir hjá B36 rudda ikki eitt innlegg úr vinstra borði burtur, og Jákup Joensen ger skjótt av og skorar við nærmastu stong.
Málið til 3-0 gjørdi Jens Erik Rasmussen. Aftur var tað Kim Poulsen, sum var upphavsmaður. Hann slapp at reka frá miðum vølli og heilt oman móti brotsteiginum, uttan at nakar fór ímóti honum. Hann prikaði bóltin inn til Jens Erik, sum var púra leysur og hann skoraði. Jens Erik átti eisini tað fjórða málið, sum hann skoraði uppá brotsspark, eftir at Jákup Joensen varð feldur í brotsteiginum.
Bjarni Prior fekk enn eitt mál, sum hann skeyt beint fyri steðgin. Hann fekk bóltin úti í borðinum, dróg inneftir og langaði til við vinstra beinið, og bólturin sat dygst undir tvørstongini.
Róligur seinni hálvleikur
Eftir steðgin vóru vágamenn ikki eins grammir sum í fyrra hálvleiki, og ferðin á dystinum fór nakað niður. Samstundis ressaðust gestirnir nakað. Teir vildu helst sleppa undan einum veruligum avsmurningi.
Ein góð løta gekk, áðrenn vágamenn øktu um leiðsluna, og hesuferð var tað Clayton Soares, sum slapp uppí part. Hann høvdaði eitt innlegg úr høgru í kassan, og so var tað 6-0.
Síðani var tað B36, sum átti tørn. Rógvi Róin á miðvøllinum hjá B36 lyfti bóltin uppum eina sovandi verju, og Heini í Skorini hevði ikki ilt við at senda bóltin framvið málverjanum til 6-1.
Tað var tó FS Vágar, sum átti síðsta orðið. Clayton Soares slapp aftur á máltalvuna. Hann leggur eitt høgt innlegg úr høgru hegnisliga niður og snýtir ein verjuleikara, áðrenn hann skorar úr stuttari fjarstøðu.
Vágamenn munnu vera nøgdir við hetta avrikið, og teir eru størstu favorittarnir at flyta uppaftur í bestu deildina, og liðið í ár er kanska betri enn tað frá í fjør.
FS Vágar ? B36 7-1 (5-0)
1-0: Bjarni Prior
2-0: Jákup Joensen
3-0: Jens Erik Rasmussen
4-0: Jens Erik Rasmussen, br.
5-0: Bjarni Prior
6-0: Clayton Soares
6-1: Heini í Skorini
7-1: Clayton Soares