Eingin kalvi at fáa

- Tað stendur illa til við kalva.

Tað eru teir báðir, Erling á Argjaboða og Palli á Dul, samdir um.

- Hetta er besta kalvatíð, og vit hava roynt á bestu kalvaleið, og vit hava fingið ein kalva, sigur Palli á Dul, sum hevur sjey línur standandi vestan fyri.

Hann rak um uttan fyri egningarskúrin fyrrapartin í góðveðrinum, og Erling var komin oman á havnarlagið á Argjum til eitt prát.

Og prátið snúði seg um, hvussu illa stóð til við kalvanum í ár. Teir tosaðu um onkran, sum hevði sett oman fyri 200 línur, og fingið tveir kalvar.

Men lagið var kortini gott í morgun, og tá ein tíð var liðin, kom makkarin hjá Palla á Dul, Leo Clothier, sum argjamenn kalla skotan. Og prátið fall eisini inn á ætlanirnar um útbygging av havnarøkinum á Argjum, sum skal rúma 70 bátapláss aftrat.

Semja var kortini um, at tað fór ikki at vera so gott, tí ætlanin er at taka bryggjuna burtur, ið gongur út frá kaikantinum.

- Flótibrúgvar skulu so leggjast í staðin, og tá fer at runa so illa inni við, so tað fer ikki at rigga av tí besta, halda summir, søgdu teir tríggir.